Væl upplagda NSÍ leggur fyri í Gundadali

Fýra dystir í bestu fótbóltsdeildini vera seinnapartin og í kvøld

Í gjár var fyrsti landskappingardysturin í nýggja fótbóltsárinum. Hann var í Sørvági, har favorittarnir í Víkingi hildu fram í sigursgongdini og vunnu tryggan 2-0 sigur.

 

Í gjár vóru líkindini góð í Sørvági, og tað letur til, at hesin fótbóltsdagurin eisini verður góður.

 

Í Klaksvík fáa meistararnir í KÍ vitjan av ÍF, sum av mongum verður roknað at vera millum kandidatarnar at flyta niður. Hjá KÍ er stóri spurningurin, hvussu miðverjan fer at verða mannað. Í stórsteypadystinum ímóti HB vóru Jákup B. Andreasen og René Shaki Joensen fluttir aftur av miðvøllinum og í miðverjuna.

 

Uppflytararnir í NSÍ eru á veg í Gundadal at hitta HB. NSÍ hevur fingið tríggjar fínar álopsspælarar. Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen og Jasper Van Der Heyden fara at bjóða HB verjuni av. Síðstu dagarnar hevur HB skrivað sáttmála við fleiri nýggjar spælarar.

 

Eisini B36 hevur skrivað undir sáttmála við fleiri nýggjar spælarar. Seint seinnapartin fer B36 at spæla á Svangaskarði ímóti B68, sum higartil í ár hevur saknað stinna miðverjan Áka Johannesen, ið hevur verið skaðadarvaður.

 

Á Skála verður grannauppgerð millum Skála og EB/Streym. Tað kann fara at vísa seg at talan verður um lyklauppgerð, tí fleiri hava roknað hesi bæði at vera millum tey, ið fara at stríðast fyri at sleppa undan at flyta niður.

 

 

 

 

 

KÍ – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

B68 – B36: Bjarki Danielsen kl. 17.00

 

Skála – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 18.30

 

HB – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 18.00

 

Í gjár

 

07 Vestur – Víkingur 0-2 (0-1)

 

0-1: Finnur Justinussen 23.

 

0-2: Sølvi Vatnhamar 58.