Hópin av festivalgestum úr øllum heraðshornum hava verið á Bindifestivali og hava sett sín dám á býin.
Festivalluttakararnir hava verið til kveikjandi verkstovur, sum í høvuðsheitum snúði seg um restir. Kenslubornir og áhugaverdir fyrilestrar, og gongutúrar vóru eisini á skrá.
Margretha Nónklett, savnsvørur á Tjóðsavninum, setti Bindifestivalin. Hon greiddi frá 217 ára gomlu Onnu Mariu troyggjuni, sum kom undan kavi á bretskum savni herfyri.
Sagt verður, at bindimynstur ferðast skjótt og víða. Soleiðis hevur eisini verið við Onnu Mariu troyggjuni.
Fleiri av luttakarunum vóru útlendingar, og undirvísarar á verkstovunum vóru úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##