Øll minnast vit fyrsta skúladag – vit kendu okkum stór - tað var spennandi, men ikki sørt av fjáltri var á okkum. Hvussu tú verður møttur í skúlanum hevur sera nógv at siga, og gera skúlar og lærarar nógv burtur úr, nú 685 børn byrja í fyrsta flokki um alt landið. Skúlin er tað staðið uttanfyri heimið, sum myndar okkum einamest, og tað hevur týdning, hvørjir karmar vit seta um fólkaskúlan, og hvørja grund fólkaskúlin byggir á. Í framtíðar fólkaskúlanum er neyðugt, at skipanin er bygt á álit og frælsi hjá lærarunum at skipa undirvísingina
Fólkaskúlin er kanska einasta staðið, har vit øll hittast og mennast. Hvussu fólkaskúlin er, hevur ótrúliga stóran týdning fyri, hvussu vit vilja samfelagið skal vera, tí eru karmarnir rundanum skúlan, børnini og tey mongu starvsfólk har av stórum týdningi.
Hin góði fólkaskúlin leggur upp til, at “skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum…” (brot úr endamálsorðing fólkaskúlans).
Endamál fólkaskúlans má síggjast aftur í, hvussu lærarar sleppa at skipa undirvísingina, hvussu frælsir teir eru at leggja til rættis eftir næmingunum og hvussu undirvísingin gongur. Skúlaleiðslurnar mugu eisini hava frælsi at leggja til rættis arbeiðið á skúlanum.
Seinastu árini hevur innan fólkaskúlans gátt verið eitt rák um meting, eftirlit og hópin av royndum. Hetta er í greiðari andsøgn við tí annars rúmligu fólkaskúlalógina, og ta undirvísingarfrælsi, sum hon leggur upp til.
Eftirlit skapar mistrivnað
Við ársverkinum, sum var innført um aldarskiftið, komu nýggjar ásetingar um arbeiðstíðir, og lærarayrkið og yrkið hjá skúlastjórunum gjørdust í størri mun bókhaldarí. Øll skuldu jú uppfylla treytirnar um teir 1800 tímarnar, og ymiskt var, hvussu gjørt verður upp.
Við at innføra ársverkið slepti tú endaliga tankanum um lærarayrkið sum eitt kall, størri orka mátti brúkast uppá skráseting av tíðini.
Seinni eru eftirlitini til skúlaleiðslur og einstaka læraran herd, nú lærarar eru álagdir at gera og lata skúlaleiðslunum ársætlan fyri flokkin, ársæltanir fyri lærugreinina og undirvísingargongdir í einstøku lærugreinunum. Eisini verður nógv orka nýtt til landsroyndir og Pisa.
At síggja til er hetta møguliga skilagott, men í veruleikanum ger hetta, at lærarar fáa alt ov lítla tíð at savna seg um kjarnuvirksemi – nevniliga undirvísing – tí ov stórur partur av tíðini má nýtast til bókhaldarí, at lýsa hvat tú ætlar at gera og til undirvísing málrættað at royndum.
Álit eru vegurin
Allar kanningar av fólkaskúlunum vísa, at bestu skúlarnir eru teir sum hava rúmsátt endamál, víðar ræsur og frælsi hjá undirvísaranum at leggja til rættis. Hetta er tann skúli, sum vit mugu stremba eftir, og eisini mugu fleiri tímar játtast fólkaskúlunum, so hann røkkur endamálinum.
685 spent børn byrja í skúlanum í dag, skúlin hjá hesum og komandi ættarliðum má gerast ein skúli, hvørs eyðkenni er andsfrælsi, álit og skapanarhugur.
Sonja J. Jógvansdóttir, valevni hjá Javnaðarflokkinum