Gongst sum ætlað, verður tað áðrenn summarferiuna, at landsstýrið tekur eina endaliga avgerð um hernaðarradaran á Sornfelli. Tað eru boðin frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum. Nú er drúgv tíð liðin síðani fyrispurningurin kom frá donsku stjórnini um at seta eina hernaðarradara upp á Sornfelli, men enn hevur landsstýrið ikki tikið nakra avgerði. Og nú hevur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spurt landsstýrismannin, nær avgerðin verður tikin.
– Avgerðin um at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum verður væntandi tikin fyri summarfrítíðina, sigur Jenis av Rana. Hann sigur, at síðani fyrispurningurin kom, hevur landsstýrið viðgjørt málið á fleiri fundum við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, umframt at tað er viðgjørt á fundum í landsstýrinum, og á fundum ímillum landsstýrismannin í uttanríkismálum og danska verjumálaráðharran. Harumframt hevur samskifti eisini verið á embætismannastigi ímillum føroyskar og danskar myndugleikar.
– Tað hevur frá byrjan verið umráðandi, at málið verður viðgjørt væl og virðiliga, og nóg mikið av tíð verður sett av til hesa tilgongd, sigur Jenis av Rana. Bárður Nielsen, Løgmaður, hevur áður sagt, at málið hevur ikki skund, tí tað er ikki fyrr enn í 2028, at radarin skal setast upp.
Annars hava fleiri røddir verið frammi um at Løgtingið eigur at fáa høvi til at siga sína hugsan um eitt so grundleggjandi mál, men tað hevur landsstýrið afturvíst. Tey siga, trygdarmál av hesum slagi skulu takast í landsstýrinum, í samráð við uttanlandsnevndina, sum umboðar Løgtingið.
Annars eru nógv tey flestu samd um, at vit eru ein partur av vesturheiminum, og at radarin skal setast upp. Tað er eisini politisk semja um tað, so í roynd og veru er avgerðin um sjálvan radaran longu tikin, men tað eru ymsir smálutir, sum eru eftir at greiða, áðrenn landsstýrið gevur sína endaligu tilsøgn.