Vænta óregluliga sigling við smyrli í nakrar dagar

Strandferðslan fyrireikar ferðafólk upp á, at ólag verður í ferðsluni

Hesar næstu dagarnar sigur hann frá heilt fitt av vindi vestaneftir, mest av útsynningi, og Strandferðslan ávarar nú ferðafólk um, at tað er væntandi, at siglingin hjá Smyrli verður óreglulig hesar næstu dagarnar.

 

Strandferðslan sigur, at fyri veður er tað væntandi, at broytingar verða í ferðaætlanini hjá Smyrli í morgin, mánadagin, og nakrar dagar fram.