Í næstu viku byrjar EM í svimjing á stuttgeil í Netanya í Ísrael. Pál Joensen, Alvi Hjelm og Astrið Foldarskarð luttaka fyri Føroyar, meðan Magnus Jákupsson luttekur fyri Danmark.
Nú hevur evropiska svimjisambandið, ENA, kunngjørt ein fyribils startlista, og á tí sæðst, at teir vænta, at Pál fer avstað við einum silvurheiðursmerki í 1500m frí. Hann er styrkismettur sum nummar tvey av 28 svimjarum. Á 400 m er hann styrkismettur sum nummar 10 av 38.
Heilt somu vónir eru ikki til Alva Hjelm, sum í øllum kappingunum verður styrkismettur í niðasta enda. Tað sama er galdandi fyri Astrið Foldarskarð.