Væntandi fara fleiri útróðrarbátar út á Føroyabanka

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri útróðrarbátar fara út á Føroya Banka um vikuskiftið.

Fiskivarði hevur verið á Føroyabanka og skiparin, Elmar Rubeksen, letur sera væl at fiskiskapinum.

Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Skipið er á Íslandsrygginum. Teir eru nýliga farnir og byrja at fiska í dag.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt frystilínuskip í løtuni er á Flemish Kap, fimm eru undir Føroyum, eitt er á beding, og eitt liggur við bryggju.

 

- Streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður gott. So, vit roknað við, at nakað verður av útróðri. 

 

Útróðrarbátarnir hava smáligan fiskiskap. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri útróðrarbátar fara út á Føroya Banka um vikuskiftið.

 

 

 

Fiskivarði hevur verið á Føroyabanka og skiparin, Elmar Rubeksen, letur sera væl at fiskiskapinum.