Vágur: Vinnutiltakið Vinnan á vitjan verður aftur í morgin

Triðja árið á rað skipar Vágs Kommuna fyri vinnutiltakinum Vinnan á vitjan. Tiltakið verður í Vágs skúla fríggjadagin.

 

Hetta skrivar vagur.fo.

 

Fríggjadagin 23. februar klokkan 11 er Vágs skúli karmur um afturvendandi vinnutiltakið Vinnan á vitjan. Vinnutiltakið er ætlað næmingum í 9. og 10. flokki í fólkaskúlunum í oynni og til næmingar á Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum. Í ár luttaka áleið 20 fyritøkur og stovnar úr allari oynni.

 

Endamálið við Vinnan á vitjan er at kunna ungdómin í oynni um fjølbroyttu arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikarnar, sum eru. Samstundis fáa fyritøkur og stovnar møguleika at vísa sjeg fram sum arbeiðspláss hjá komandi ættarliðnum.

 

Foreldur og onnur áhugaði eru hjartaliga vælkomin at vitja í Vágs skúla og koma í prát við fyritøkurnar og stovnarnar.