Vakmyndir eru irriterandi

- Allar fyritøkur eiga at avmontera vakmyndatólini. Tað var ein av niðurstøðunum hjá Justinus L. Eidesgaard, tá hann saman við Ninu Brockie og Rólant Waag Dam kjakaðist á Rás2 um vikuna, sum fór

- Tað kann ikki vera rætt, at vit nú skulu hjálpa politinum í smámálum, sum til dømis tá nakrar sodavatn møguliga eru stjolnar.

 

 

Tað var ein av niðurstøðunum hjá panelinum á Rás2, sum fríggjadagin luttók í seinnapartssendingini.

 

 

Panelið hesaferð, sum var partur av táttinum Vikan, sum fór, var mannað við Ninu Brockie, Rólant Waag Dam og Justinus L. Eidesgaard.

 

 

Umframt at práta um vakmyndir, vóru evnini eisini kvinnuligir leiðarar, Facebook og kontur í Bank Nordik, sum nøkur nú skulu gjalda fyri at hava.

 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla sendingina.