Hondbóltur
Longu undan kappingarbyrjan vóru útmeldingarnar frá Neistanum greiðar. Mansliðið hjá felagnum, sum í fjør bara vann ein dyst, skuldi eftir FM-heitinum.
Og í so máta var eingin ivi um favoritt-leiklutin, tá Neistin tók móti H71 sunnudagin. Hoyvíkingar hava greitt staðfest, at teir nú skulu byggja upp av nýggjum, og tí var hetta ein dystur, sum Neistin skuldi vinna.
Skilagóðir hoyvíkingar
Fyrstu longu løtuna tóktist sannleiksvirðið í Neista-útsagnunum tó ikki at vera tað heilt stóra. H71 hevði nevnliga takið á dystinum í longum løtum, og orsøkin var sum so rættiliga eyðsæð.
Í fyrsta lagi tóktust teir bláu at hava kannað sær bitan, áðrenn hann var svølgdur, og tað plagar at vera vandamikil kostur. Snøgt sagt, so vildu Neistamenninir ikki ofra nóg nógv fyri sigurin, og serliga í verjupartinum gav hetta at bíta. Somikið nógv, at var tað ikki fyri stórspæl frá Jacob Larsen í málinum, kundi leiðslan hjá H71 verið so nógv størri, enn hon var.
Og í øðrum lagi, so brúktu hoyvíkingarnir eisini innaru síðuna av høvdinum. Neistin hevur kanska betri einstaklingar í sínum hópi, men kollektivið hjá H71 sveiggjaði í takt. Og teir løgdu heldur ikki upp til meira, enn teir vistu seg megna. Kryddað við góðum detaljum frá serstakliga Tróndi Vatnhamar, tóktist H71 spakuliga draga frá, men teir megnaðu tó ikki at binda fyri, áðrenn bláa liðið vaknaði.
Vaknaðu í tøkum tíma
Og tá Neistin so vaknaði, var tað við manér. Støðan hevði annars verið 16-20 eitt skifti, men tá H71 tók time-out, fekk Claus Rasmussen sett skil á sínar menn.
Fyrst og fremst, so kom verjan nú upp at koyra, og tað, sum hon ikki tók, tók ein sera væl upplagdur Ári Dam sær nú av.
Og so gekk tað annars skjótt fyri seg. Neistin tók seg við fullari ferð fram, og tá møðin samstundis tóktist gera um seg hjá gestunum, skrædnaði av álvara. Fleiri ferðir vórðu sjuskut mistøk revsað við bláum kontra-málum, og sum minuttirnir gingu, bendi alt meira og meira á stórsigur.
Rós til venjaran
Tryggur gjørdist sigurin undir øllum umstøðum í seinasta enda, og soleiðis staðfesti Neistin, at tað kann roknast við teimum í ár.
Men tað setir so sanniliga eisini krøv til spælarar. Ikki minst um, at teir hvønn tann einasta dyst skulu vera klárir at fara upp á maskimalar snúningar.
Hoyvíkingarnir fingu ikki nakað í sín lut hesaferð, tá talan er um stigaposan. Men unga liðið fekk enn ein posa av royndum við sær, og bara tær í sjálvum sær kunnu verða nógv verdar. Í so máta nýtist teimum bara at hyggja at Neistanum, har Claus Rasmussen eigur stórt rós uppiborið fyri tað uppbyggjandi arbeiðið, sum hann framdi í fjør. Hóast stórur partur av liðnum enn er tann sami, so eru einstaki spælararnir mentir nógv. Og við kryddinum, sum nýggju spælararnir hava givið, tykist liðið nú veruliga vera ført fyri at taka dystin upp við tey stóru.
Fakta um dystin
Neistin-H71 33-28 (14-16)
Málskjúttar:
Neistin: Blagoje Buga 9(4), Áki Mørk 6, Tróndur Kragesteen 6, Dann Thorleifsson 5, Birgir Poulsen 3, Helgi Michelsen 2, Jugoslav Djumic 2
H71: Esbern Patursson 7(4), Niels Viggo Niclassen 6, Tróndur Vatnhamar 4, Dánjal Tórgarð 4, Poul Kjartan Dam 3, Gunnar Bláberg 2, Olaf Vesturgarð 2
Brotskøst: Neistin 6, H71 4
Útvísingar: Neistin 7, H71 2
Diskvalifikatión: H71 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen