Vakrasta yacht í heiminum á Havnini í dag

Vunnið heiður heimsins besta cruiseskip 12 ár á rað.

MS Europa, ið liggur á Havnini í dag, verður kallað vakrasta yacht í heiminum av sínum egna reiðaríið. Berlitz Cruise Guide hevur 14 ferðir á rað givið skipinum metingina 5 stjørnur pluss, fyri høga støðið á tænastuni, tey ferðandi fáa umborð, og 12 ár á rað hava Ward-Ranking og Berlitz givið skipinum heiðurin “heimsins besta cruiseskip.”

 

MS Europa er á veg úr Hamburg til Quebec í Kanada. Eftir steðgin í Føroyum gongur leiðin til Akureyri og Reykjavík, til Nuuk, síðani til St. John’s og St. Pierre í New Foundlandi, áðrenn siglt verður niðan eftir Saguenay ánni til Quebec og síðani Montreal.

 

400 ferðafólk eru við MS Europa og hava goldið millum 66.000 krónur og 193.000 krónur fyri túrin.

 

MS Europa er 28.890 tons, er 198,60 metrar (651,6 føtur) til longdar. Hon siglir 21 míl og tað eru 275 starvsfólk umborð.