Landsliðsfjepparar kring landið munnu uttan iva tjakast nú: Hvat frísparksmál er vakrast: Øssur Hansen móti Slovenia í 2000, Súni Olsen móti Litava í 2003, ella Súni Olsen móti Litava í 2009, ella Brandur H. Olsen móti Malta ígjár.
Tað ótrúliga er við hesum fýra minniligu frísparksmálunum er, at tey vóru øll skotin í september, og vóru øll skotin í heimadystum.
3. september í 2000 javnaði Øssur Hansen til 2-2 móti Slovenia í einum HM-undankappingardysti á Svangaskarði. Dysturin endaði 2-2.
10. september í 2003 javnaði Súni Olsen til 1-1 móti Litava í einum EM-undankappingardysti á Svangaskarði. Litava vann tó 3-1.
9. september í 2009 legði Súni Olsen Føroyar á odda 1-0 í einum HM-undankappingardysti á Svangaskarði. Føroyar vunnu 2-1.
3. september í 2020 skoraði Brandur H. Olsen sigursmálið til 3-2 móti Malta í einum Nations League dysti á Tórsvølli.
HER ber til at síggja frísparksmálið Øssur Hansen skoraði 3. september í 2000.
HER ber til at síggja frísparksmálið Súni Olsen skoraði 9. september í 2009.
HER ber til at síggja frísparksmálið Brandur H. Olsen skoraði 3. september í 2020.
HER ber til at síggja eina øðrvísi amatørupptøku av frísparksmálinum hjá Brandi H. Olsen, har Tróndur Arge hoyrist siga frá.
##med2##
##med3##