Hóttanin um nýggjar yvirgangsatsóknir fekk í gjár danska reiðaríið A. P. Møller at herða trygdarreglurnar. Avgerðin ber í sær, at nú skulu skip, sum liggja inni, hava vakt við landgongina. Reglan umfatar øll skipini hjá felagnum og er galdandi, sama hvar í heiminum skipini liggja.
Tekniski stjórin hjá A. P. Møller, Ole Høg, sigur, at vanliga hava teir ikki vakt við landgongina, men at teir hava valt at gera tað, soleiðis um viðurskiftini eru vorðin.
Vanliga sleppa óviðkomandi ikki umborð á skipini hjá A. P. Møller, tí nógva staðni eru havnirnar girdar inni við hegni pg píkatráði, og tað er ikki vorðið lættari at sleppa fram at skipunum eftir yvirgangsatsóknirnar í USA.
Ole Høg sigur, at teir hava altíð ein stýrimann og ein dekkara á vakt, tá skipini liggja inni, men nú skal ein dekkari eisini standa á vakt við landgongina. Hann skal hava samskiftisútgerð uppi á sær, soleiðis at hann altíð kann varskógva hinar báðar, skuldi okkurt hent.
Tekniski stjórin hjá A. P. Møller vil ikki siga, hvussu stóran teir meta vandan fyri yvirgangsatsóknum at vera, og hann vil heldur ikki siga, um reiðaríið setir ymisk trygdarkrøv til tær einstøku havnirnar.
Í hernaðarsigling
Hinvegin er lítið at ivast í, at júst skip hjá danska reiðarínum kunnu gerast álopsmál. A. P. Møller hevur í mong ár havt sera gott samband við amerikanarar og amerikanskar myndugleikar, og tá Flógvakríggið var fyri tíggju árum síðani, fluttu skip hjá reiðarínum herútgerð til Persaflógvan, uttan at amerikanararnir rindaðu fyri flutningin.
Herumframt eigur felagið 29 skip, sum eru leigað amerikanska herflotanum. Nøkur teirra liggja í havn ymsastaðni fullfermd við vápnum og aðrari hernaðarútgerð, meðan onnur eru fylgiskip hjá amerikanskum herskipum. Øll tey 29 skipini sigla undir amerikanskum flaggi eins og tey 25 skipini hjá amerikanska felagnum Maersk Inc., sum er dóttirfelag hjá A. P. Møller.