Ein kvinna er komin í starvið sum varaleiðari fyri deildirnar hjá Føroya Sparikassa í Suðurstreymi.
Talan er um hina 34 ára gomlu Sæunn L. Petersen. Hon hevur higartil verið leiðari á sparikassadeildini í Hornabø í Havn, har hon gjørdist leiðari í august 2002, men frá 1. januar 2006 at rokna, hevur hon røkt nýggja starv sítt sum varaleiðari fyri deildirnar í Suðurstreymi.
Sæunn L. Petersen er ættað úr Rituvík, og umframt royndir og peningastovnsútbúgving hevur hon eisini tikið HD í uttanríkishandli.
Hon tekur við nýggja starvi sínum eftir 34 ára gamla Eyðun Mørkøre, ið er farin í starv sum leiðari á nýggju deild Sparikassans í Klaksvík.
Eyðun, sum er ættaður úr Klaksvík, hevur verið útlánsleiðari á deildunum í Suðurstreymi síðani 1999 og eisini varaleiðari síðani desember 2002. Hann hevur royndir úr yrkinum og útbúgving frá Finans Akademiinum hjá danska fíggjarsektorinum.
Deildin hjá Føroya Sparikassa í Klaksvík letur væntandi upp í fyrru helvt av februar, og fyribils skulu fýra fólk arbeiða á nýggju deildini.
Myndatekstur:
1.
Sæunn L. Petersen.
2.
Eyðun Mørkøre