Val í Grikkalandi í apríl

Grikska stjórnin hevur boðað frá, at tjóðartingsval verður í landinum í apríl. Boðini komu nakrar fáar tímar eftir, at tingið hevði samtykt nøkur umfatandi sparikrøv frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum.

Stjórnin í Athen sigur, at arbeiðið at endurskipa ta almennu skuldina verður liðugt í mars, og at valið verður í mánaðinum aftaná. Valdagurin er ikki ásettur.

Sparikrøvini frá ES og IMF eru ein treyt fyri, at Grikkaland kann fáa ein hjálparpakka, sum er neyðugur, um landið ikki skal fara á húsagang.

Hóast tingið samtykti sparikrøvini í gjárkvøldið, hava einstakir politikarar boðað frá, at teir fara ikki at kenna seg bundnar av samtyktini, tá val hevur verið. Men ES hevur longu ávarað politikararnar um, at kørvini skulu haldast - eisini aftan á eitt komandi val.