Alt bendir á, at niðurlendingar skulu á tjóðartingsval í september, eftir at stjórnin hjá Mark Rutte, forsætisráðharra legði frá sær í gjár. Sjálvur væntar Rutte, at val verður tann 12. september.
-Eg rokni við, at á stjórnarfundinum fríggjadagin fara vit at samtykkja at hava val tann 12. september, segði Rutte(myndin) í tinginum í dag. Í gjár var hann hjá Beatrix drotning við umsóknini frá sær og hinum ráðharrunum um at sleppa frá.
Stjórnin fall leygardagin, tí Frælsisflokkurin sýtti fyri at taka undir við teimum sparingunum, sum ES hevur álagt Niðurlondum. Kravið hjá ES er, at Niðurlond skulu spara 14,4 milliardir evrur ella 107 milliardir krónur á fíggjarlógini, so hallið kemur niður á 2,8 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni. Í fjør var tað 4,7 prosent og sostatt langt oman fyri hámarkið hjá ES, sum er 3,0 prosent.