Marjun Dalsgaard
Fleiri orsøkir eru til, at Anders Fogh Rasmussen skrivaði út val týsdagin. Ein orsøkin er uttan iva, at undirtøkan millum fólkið er stór. Ein onnur orsøk í tí sambandi er, at tað kundi loysa seg at skriva valið út, áðrenn rákið vendi, og tað er ikki óhugsandi, at tað hevði vent út á vári. Orsøkin til tess er, at ein umfatandi kommunal nýskipan skal viðgerast og gjøgnumførast. Hetta fer uttan iva at føra við sær, at nógv fólk verða søgd upp, eins og onnur skulu arbeiða undir nýggjum umstøðum, sum møguliga kunnu skapa trupulleikar.
Nógvar orsøkir ? men ikki tær røttu sambært Rasmus Jønsson frá RUC, ið er serfrøðingur í politiskari kommunikatión. Hann saknar evnir, sum kunnu fáa neistarnar at fúka í valstríðnum. Eftir hansara tykki fara allir flokkarnir til val við evnum, sum teir ikki kunnu vera ósamdir um. Pengar til barnafamiljur, gransk-ing, eldri og so fram-vegis. Tískil fer ikki at koma rættuligt innihald í kjakið, men flokkarnir fara bert at royna at bera av hvørjum øðrum, heldur hann.
Hóast ein politisk orsøk faktiskt var til valið, nevniliga kommunala nýskipanin, hevur eingin av flokkunum áhuga í at tosa um hana.
Valið seinkað av flóðaldu
Valstríðið er nú alment, men í roynd og veru hevur tað verið í gongd í fleiri mánaðir. Líka síðan andstøðan í oktober, við Mogens Lykketoft á odda, byrjaði at leggja trýst á Anders Fogh Rasmussen um at skriva út val, áðrenn uppskotið til kommunalu nýskipanina skuldi viðgerast, hava fjølmiðlar og politikkarar tosað um fólkatingsval ? slaturin gjørdist ikki minni, so hvørt sum stjórnin og stuðulsflokkur hennara kláraðu seg betur í kanningum millum veljararnar.
Bæði andstøða og stjórn hava sostatt í langa tíð rikið politikk, ið hevur borið brá av, at val var í hondum. Hetta er enn ein orsøk til, at valið mátti skrivast út nú fyri ikki at troytta veljar-arnar, áðrenn valið yvirhøvur var skrivað út.
Sambært Anders Fogh Rasmussen sjálvum, er tað av praktiskum orsøkum, at valið varð skrivað út týsdagin. Hann heldur, at kommunalvalið, sum skal avgreiðast í heyst, verður so mikið øðrvísið nú, ið kommunurnar verða skipaðar av nýggjum, at tað hevði órógva ov nógv, um fólkatingsval og kommunuval vóru samstundis. Tískil skuldi fólkatingsvalið helst vera avgreitt, áðrenn heystið kom, greiddi Fogh frá, av røðarapallinum í fólkating-inum týsdagin.
Upprunaliga var ætlanin at skriva valið út fyrst í januar, men flóðaldan í Suður Asiu rakti danir so meint, at tað var mett at vera óhóskandi at skriva út val so stutt eftir hendingina. Tískil verður valstríðið stutt og, sambært Rasmus Jønsson, eitt sindur keðiligt.