Tá valið í Runavíkar kommunu varð uppgjørt týskvøldið, hevði Jonhard Danielsen fingið 102 atkvøður á lista A. Júst sama atkøvðutal, sum hann fekk á lista D á seinasta býráðsvalið.
Men tá fíntalt varð dagin eftir, misti Jonhard Danielsen eina atkøvðu, og nú stóð á jøvnum millum Jonhard Danielsen og Jóhan Vest, sum fingu 101 atkøvðu í part.
Orsøkin varð, at ein atkvøða til Jonhard Danelsen í Oyndarfirði varð ógyldað við fínteljingina. Hann hevði valkvøldið 3 atkvøður í Oyndarfirði, men í fíneljingini varð ein atkvøða ógyldað.
Við útvaprið segði formaðurin í valstýrinum í Oyndarfirði, at hann hevði sæð eina atkvøðu til Jonhard Danielsen, sum var ivasom. Men hann lata tað upp til fínteljingina at gera av, um atkvøðan skuldi góðtakast ella vrakast. Hon varð so vrakað í fínteljingini.
Nú stóð á jøvnum, og tá so er, so skal sambært kommunuvallógini verða lutakast. Og tað lutakastið vann Jóhan Vest, sum tí er býráðslimur í staðin fyri Jonhard Danielsen.
Men tað góðtekur Jonhard Danielsen ikki. Hann hevur tí meldað tilburðin í Oyndarfirði fyri valskvik.
Økisleiðarin hjá løgregluni í Norðurøkinum, Jan Poulsen, váttar fyri Kringarpinum, at málið er meldað til løgregluna. Men hann sigur samstundis, at eingin er mistonktur í málinum, sum verður kannað.