Vallógin ikki búgvin at viðgera

Formaðurin í rættarnevndini heldur ikki, at stundir eru at viðgdera málið áðren Løgtingið fer til hús í næstu viku

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskot fram um at gera nýggja vallóg til kommunuvalini. Lógin er eitt stórt lógarverk, sum fyllir nógvar síður og og hevur nóg hoyringssvar.

 

Málið fer í rættarnevndina. Formaðurin í rættarnevndini, Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin, helt eisini, at málið er so stórt og umfatandi, at stundir fara ikki at vera at viðgera málið.

 

-Men vit skulu sjálvandi gera okkara besta, men eg ivist í um tað fer at eydnast, segði Kristin Michelsen.

 

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, helt ikki, at tað er so neyðugt at gera broytingar í vallógini, tí serliga fólk á smáplássum ikki sleppa at atkvøða meira anonymt. 

 

-Eg taki ikki undir við tí partinum av lógini, sum niðurleggur øll tey smáu valstøðini, segði hann, men undirstrikaði, at hann møguliga tekur undir við hinum partinum av lógini.

 

Í nýggja uppskotinum, so verður mælt til, at minst 100 veljarar skulu vera á einum valstað - annars skal veljast aðrastaðni ella við brævatkvøðu.

 

-Tað allarbesta hevði verið um landsstýriskvinnan tekur uppskotið aftur og kemur við tí aftur, so vit fáa stundir at arbeiða við tí einaferð eftir ólavsøku, segði jacob Vestergaard.

 

Bjørn kalsø, Sambandsflokkur, tók undir við røðaranum og helt ikki, at stundir er at viðgera hetta málið áðrenn tingið fer í summarfrí.

 

Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin, helt eisini, at tíðin er sera stutt at viðgera eitt so stórt og umfatandi mál. Hann helt, at tað kanska var rætt, at veljarar kunnu eyðmerkjast til ávísar listar á smáum plássum. Tí heldur hann, at atkvøðurnar skulu teljast upp saman við atkvøðum á størru plássunum.