Valstríðið tamt

Valstríðið hevur verið heldur tamt

Vit hava havt eitt tamt valstríð. Tað heldur formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen.

Plakatirnar hava ikki verið so nógvar og tað hevur verið ein mynd av valstríðnum. Men tað hevur eisini verið tengt at fíggjarligu rokuni hjá flokkunum.

Størri ein flokkur verður, betri ráð hevur hann at føra valstríð, men tað er neyðugt at bera so í bandi, at flokkarnir fáa ráð at føra valstríð og tí má løgtingið hugsa seg væl um, fyri at politiska arbeiðið ikki skal detta niður ímillum.

Petur í Gong, valevni fyri Tjóðveldið heldur at orsøkin til, at valstríðið er so tamt er, at føroyingar taka ikki fólkatingsvalið í líka stórum álvara, sum løgtingsvalið.