Valstýrisformaðurin tók Sigrúna á bóli

Hon fyllir 65 ár í dag, og hon varð rættiliga tikin á bóli, tá hon fór út um við valstýrisformanninum at rópa síðstu veljararnar inn

Sum vant var tað Sigrún Brend úr Kringvaprinum, sum í Høllini á Hálsi fór út um við valstýrisformanninum, Jóan Petur Hentze at rópa síðstu veljararnar inn at velja. 

Men tað sum hon ikki vist var, at uttanfyri stóð hornorkestrið hjá Frelsunarherinum fyri at heiðra Sigrúna á føðingardegnum. Hon fekk blómuheilsan, og starvsfólkini í høllini komu út at syngja »Tillukku til tín« fyri sjónvarpskvinnuni.

 

Sigrún Brend er fødd pálmasunnudag, hin 26. mars í 1961, og hevur tí hálvrundan føðingardag í dag.

 

##med2##

##med3##