Liðið hjá føroyska málverjanum, Silju A. Müller, Valur snávaði í hálvfinaluni í íslendsku steypakappingini.
Valur tapti í hálvfinaluni 20-22 fyri Fram. Í steðginum var Valur á odda 11-10.
Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 20-20. Seinastu løtuna knógvaði Fram sigurin.
Í bestu íslendsku deildini er Valur tó greitt oddalið, men tað verður eingin greipa á hesum sinni.