Valur skoraði heili 48 mál

79 mál vóru skotin í dystinum millum ÍR og Val

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu í dyst á útivølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti ÍR.

 

Valur vann ein knúsandi stórsigur í einum dysti, har heili 79 mál vóru skotin. Valur vann dystin 48-31. Í steðginum var Valur á odda 27-13.

 

Bjarni skoraði seks mál og Allan skoraði tvey mál.

 

Tey trý føroyingaliðini, Valur, Afturelding og Stjarnan eru øll at finna millum átta tey fremstu liðini í deildini. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið: DystirVJTMálmunur+/-Stig
1FH171133511:4506125
2Fram171214567:5145325
3Afturelding171124539:4815824
4Valur171124556:5005624
5Haukar17926544:4846020
6Stjarnan17746493:495-218
7ÍBV16727483:487-416
8HK17629491:497-614
9KA175210491:540-4912
10Grótta164210447:483-3610
11ÍR173212529:613-848
12Fjölnir173014448:555-1076