Valur vann føroyingauppgerðina aftaná longda leiktíð

Valur er á odda 1-0 í hálvfinaluuppgerðini

Í kvøld var føroyingauppgerð, ið samstundis var 1. hálvfinalan í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík tóku Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali móti Halli Arasyni, Sveini Olafssyni og liðfeløgunum í Afturelding.

 

Aftaná longda leiktíð eydnaðist tað Vali at vinna 35-33. Tá vanligi leiktíðin var lokin stóð á jøvnum 29-29. Afturelding var á odda 13-12 í steðginum.

 

Bjarni var toppskjútti hjá Vali við níggju málum, og Allan skoraði trý mál. Hallur skoraði fýra mál fyri Afturelding. 

 

Liðini hittast aftur í Mosfelsbær komandi týskvøld klokkan 20.30. Spælt verður best av fimm dystum.