Valur vann seg í fjórðingsfinalurnar í European Cup

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu ein flottan sigur á torførum útivølli í Serbia

 

Føroyski landsliðsleikarin, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í European Cup. 

 

Allan og liðfelagarnir ferðaðust til torføran útidyst móti RK Metaloplastika Elixir Serbia við einari eittmálsleiðslu frá fyrra dystinum í Reykjavík, sum Valur vann 27-26 (11-11).

 

Metaloplastika var ein lítil favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin í kvøld, men tað eydnaðist Vali at vinna dystin 30-28. Valur vann sostatt ein samlaðan 57-54 sigur í áttandapartsfinalunum. 

 

Tað sá annars ikki gott út hjá Vali í steðginum. Tá var Metaloplastika á odda 16-12, og samanlagt 42-39. 

 

Tað lá væl betri fyri hjá Vali í seinna hálvleiki. Metaloplastika var eitt skiftið á odda 23-21, men løtu seinni var tað vent til eina 29-25 leiðslu til Val. Og so reið Valur stormin av ta seinastu løtuna. 

 

Allan skoraði eitt mál fyri Val. Úlfar Þórðarson var toppskjútti hjá Vali við 10 málum.

 

Spennandi verður at síggja hvønn Allan og liðfelagarnir møta í fjórðingsfinalunum í European Cup.