Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld dyst á heimavølli móti Þór Akureyri í N1 høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.
Hóast Valur var risastórur favorittur undan dystinum, so gjørdist talan um ein tepran 31-30 sigur til Val. Björgvin Páll Gústavsson hevði eina rimmar bjarging beint undan dystarloki.
Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 2:3, 5:7, 9:9, 12:14, 12:16, 16:16, 19:17, 23:21, 25:24, 26:25, 30:28, 31:30.
Bjarni og Allan vóru við fýra málum hvør triðbestu málskjúttarnir hjá Vali.
Talan var um sjeynda sigurin á rað hjá Vali í deildini.
Valur er saman við Haukum fremst í deildini við 22 stigum.
Mánakvøldið klokkan 18.30 spælir Valur seinasta dystin undan vetrar og HM-steðginum. Dysturin verður á útivølli móti Selfossi. Eftir tað fara Bjarni, Allan og hinir liðfelagarnir á landsliðnum at hugsavna seg um fyrireikingarnar til EM-endaspælið í Oslo.












