Valur vann stórsigur á útivølli

Liðið hjá Silju A. Müller spældi aftur í dag dyst úti í Heimaey

Fyri minni enn tveimum døgum síðani spældi liðið hjá føroyska málverjanum, Silju A. Müller fjórðingsfinalu í íslendsku steypakappingini móti ÍBV úti í Heimaey. Valur vann dystin 24-20 (18-12).

 

Klokkan 11.30 í dag byrjaði aftur ein dystur úti í Heimaey millum ÍBV og Val. Silja og liðfelagarnir hava sostatt verið úti í Vestmannaoyggjunum í tveir dagar. Hesaferð var talan um dyst í bestu íslensku hondbóltsdeildini.

 

Í dag vann Valur stórsigur 32-21 á ÍBV. Í steðginum vóru valskvinnur á odda 18-9.

 

Í dag slapp Silja upp í part, og hon bjargaði 22,2 prosent av málroyndunum. 

 

Valur er greitt oddalið í deildini við 28 stigum fyri 15 dystir.