Robin van Persie hevur skrivað undir ein fýra sáttmála við Manchester United. Handilin kostar United einar 228 milliónir krónur, men báðir partar siga seg vera væl nøgdar.
-Robin er ein fyrsta floks álopsspælari, sum hevur prógvað sítt virði bæði í Evropa og í Onglandi, sigur Alex Ferguson við heimasíðuna hjá felagnum.
-Tað er ein heiður at skriva undir sáttmála við Manchester United, og eg síggi fram til at stíga í fótasporini hjá nógvum góðum álopsspælarum, sigur Van Persie.
Roknað verður við, at nýggja álopsstjørnan fer at spæla fyrsta dystin fyri sítt nýggja felag, sum spælir fyrsta dystin í hesum kappingarárinum ímóti Everton mánadagin.