Tað hevur leingið verið ógvuliga striltið hjá Manchester United. Ein av orsøkunum hava tey sagt at vera, at Robin van Persie hevur verið skaddur.
Tað varð ikki tosað so nógv um tað frammanundan, men tá ið United í kvøld trein inn á Old Trafford at spæla ímóti Cardiff og Ole Gunnar Solskjær, var Robin van Persie millum teir fyrstu ellivu, og álopsessið vísti beinanvegin, hvønn týdning tað hevði. Longu í 6. minutti skoraði hann, og harvið var støðið lagt undir 2-0 heimasigrinum.
Seinna málið skoraði Ashley Young, tá ið ein tími var farin.
Norwich og Newcastle spældu málleysan javnleik í kvøld, og Swansea fekk við 2-0 heimasigri á Fulham eitt sindur av luft í botnstríðnum.