Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap.
Skipið fær mest av toski og hýsu, men kemur helst ikki inn aftur at landa fyrr enn síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.
Veðrið er ringt, men helst fara onkur ísfiskalínuskip út aftur, tá veðrið batnar.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at flestu frystilínuskip eru til fiskiskap.
- Streymurin er hampiligur, men veðrið verður umskiftandi. Útlitini til útróður eru tískil ikki av teimum bestu.
Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og toski.