Vandafull einskiljing

Tað eru fleiri hættisligir bilar á donsku vegunum, síðani tað almenna bileftirlitið bleiv einskilt Ein frágreiðing hjá danska Ferðslustýrinum kemur til ta niðurstøðu, at tað eru fleiri hættisligir bilar á teimum donsku vegunum, síðani tað almenna bileftirlitið bleiv einskilt.

Sagt verður, at 47 prosent av bilkanningunum lúka ikki tíðarinnar krøv, og at úrslitið er, at altsamt fleiri hættisligir bilar eru á vegunum.

Tað almenna bileftirlitið í Danmark bleiv einskilt í januar í 2005, og Ferðslustýrið fýlist á, at flutningsmálaráðið kann ikki útvega nakað prógv fyri, at skipanin virkar nóg væl í dag, hóast hon hevur sera stóran týdning fyri trygdina á vegunum og rættartrygdina.