Vandamikið at sláa fólkatingssessirnar upp í glens

Tað er beinleiðis vandamikið at sláa fólkatingssessirnar upp í glens, og siga at teir ongan týdning hava fyri Føroyar.

 

Tað eigur at hava stóran týdning fyri allar føroyingar, eisini tjóðskaparsinnaðar føroyingar, hvørji áhugamál verða vald at umboða okkara uttaríkis-, trygdar- og verjupolitisku áhugamál á Fólkatingi.

 

Tað er á Fólkatingi, at okkara uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur enn verður førdur, og komandi árini fara at hava avgerandi týdning fyri okkara trygdar- og verjupolitisku støðu.

 

Vit hava ongantíð havt størri tørv á einari greiðari og frælsari tjóðskaparrødd á Fólkatinginum enn júst nú.

 

NATO-positiónir í Føroyum

 

Í nýggjastu frágreiðingini um “Dansk sikkerhed og Forsvar frem mod 2035” verða Føroyar og Grønland sett mitt í brennidepilin. Frágreiðingin staðfestir, at Russland økir um sína hernaðarligu hjáveru í Arktis og Norðuratlantshavi, og at tað er ein munandi økt hóttan móti vesturlendskum, fólkaræðisligum áhugamálum.

 

Hetta merkir at NATO og USA økja um sína tilbúgving í okkara øki. Tað merkir, at Danmark skal taka fleiri stórar og týðandi avgerðir um hernaðarliga dubbing og tilbúgving í okkara øki.

 

Beinleiðis stendur eisini í frágreiðingini, at “Kongeriget som noget nyt for eksempel skal forholde sig til og håndtere forøget militær interesse, tilstedeværelse og aktivitet fra en rætte europæiske NATO-allierede tæt på eller på Kongerigets territorium. Hertil kan forventeligt komme udvikling af egentlige NATO-positioner og politikker for væsentlige dele af Færøerne og Grønland.

 

VIT SKULU VERA Á VARÐHALDI

 

Tað hevur ongantíð havt størri týdning enn júst nú, at vit eru á varðhaldi á Fólkatingi, Tað krevur, at vit hava eitt árvakið, virkið og til tíðir átalandi fólkatingsumboð, sum til eina og hvørja tíð, í einum og hvørjum samanhangi kann verja og tosa okkara áhugamál.

 

Tað er í uttanríkispolitisku, verjupolitisku og Arktisku nevndunum í Fólkatinginum, at okkara áhugamál eisini skulu verjast. Óansæð hvør stjórn situr í Danmark, skulu frælsu føroysku áhugamálini berast fram.

 

Boðini, sum skulu leverast á Fólkatingi, eru greið: Einki um Føroyar, uttan um Føroyar! Allar týðandi avgerðir skulu takast í Føroyum, av Føroya Løgtingi og Føroya Landsstýri.

 

SLÁ IKKI TÝDNINGIN UPP Í GLENS

 

Í Degi & Viku var í kvøld víst á, at ein stórur triðingur av øllum føroyingum halda, at tað hevur lítlan týdning við føroysku umboðanini á Fólkatingi.

 

NEI! Tað hevur ekstremt stóran týdning, hvønn vit velja at verja okkara áhugamál.

 

Tað hevur ekstremt stóran týdning, at vit nú velja umboð, sum BARA hava okkara áhugamál, og sum ikki verða blandaði upp í danskan flokkspolitikk, sum partar av tingbólkinum hjá Sosialdemokratunum, Venstre ella Konservative.

 

Hetta lyftið kann bara Tjóðveldi halda á Fólkatingi.

 

 

 

Rógvi Nybo

 

Tjóðveldi