Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av majonesu, sum er at fáa í Føroyum. Talan er um vistfrøðiliga majonesu frá Rema 1000.
Heilt ítøkiliga er økologisk majones frá Rema 1000, sum ávarað verður ímóti og orsøkin er, at vandi er, at hon er blámuskotin og tí er hon ikki mannaføði.
Talan er um dunkarnar har nettovektin er 210 grann og sum eru best fyri 26. november í ár.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki, sum liggja inni við hesi majonesuni um at tveita hana í skrell, ella at bera handlinum, haðani hon er keypt, hana aftur.