? Vit eru alt ov illa mannaðir sum er.
? Og hendir onki nú, er harafturat vandi fyri, at fleiri læknar fara at rýma.
Jens Andreassen, formaður í Felagnum Fyri Yngri Læknar í Føroyum, er ikki fegin um støðuna hjá læknunum í Føroyum.
Sáttmálin, sum teir hava við landsstýrið gekk út 31. mai.
Men hóast samráðst var heilt til endan, bar tað ikki til at finna semju ímillum partarnar.
Og nú eru samráðingarnar útsettar til 20 august.
Jens Andreassen sigur, at tað hevur stóran týdning at fáa eitt gott úrslit í samráðingunum hesuferð.
Tað, hann hugsar mest um, er, at tað er sera umráðandi fyri teir yngru læknarnar at fáa eina munandi lønarhækking hesuferð.?Tað er sera umráðandi fyri okkum at at vit fáa eina munandi lønarhækking hesuferð, tí annars er vandi fyri, at tað verður galið á Landssjúkrahúsinum, sigur hann.
Fíggjarmálastýrið er ikki til at vika og vil ikki flyta seg upp um teir karmarnar, sum longu eru lagdir, tvs, at teir vilja ikki góðtaka eina lønarhækking uppá meiri enn 6,5%.
Jens Andreassen vil ikki siga, hvussu stórt kravið er, tí tey eru so fjølbroytt og ymisk, alt eftir, hvørjum bólki læknarnir eru í.
? Men endamálið hjá okkum er at koma upp á sama lønarstøðið, sum starvsfelagir okkara í Danmark, sigur hann.
Og hann váttar eisini, at talan er um meiri enn tey 6,5 prosentini, sum fíggjarmálastýrið arbeiðir innanfyri.
Nógv verri umstøður enn í Danmark
Men Jens Andreassen heldur, at verður lønarhækkingin ikki størri enn tað, sum fíggjarmálastýrið er sinnað at lata, fer tað at føra til eina sera óhepnað støðu á Landssjúkrahúsinum.
? Trupulleikin er tann, at tað er rættiliga stórur munur á læknalønunum í Danmark og í Føroyum.
? Grundlønin hjá einum yngri lækna í Føroyum er nakrar túsund krónur lægri um mánaðin, enn hon er í Danmark.
? Og hesi seinastu árini er lønin í Føroyum bara dragna meiri og meiri.
? Leyðsliga mett er lønin hjá einum føroyskum lækna 10 % aftanfyri lønina hjá einum donskum lækna.
? Og hendir onki munagott hesuferð, verður munurin eini 15% nú.
? Harafturat hava læknarnir í Danmark nógv betri sømdir, enn vit hava í Føroyum, bæði viðvíkjandi barnaansing bústaði o.s.fr.
? Í Danmark eru øll slík viðurskifti vanliga púra greið, áðrenn læknin yvirhøvur byrjar í einum í starvi.
?Í Havn er tað hinvegin at kalla ógjørligt at fáa børnini í ansing og somuleiðis er tað sera trupult og dýrt at fáa nakað at búgva í.
Jens Andreassen vísir á, at viðvíkjandi barnaansing eru læknar í eini serstøðu, tí teir arbeiða forskotnar arbeiðstíðir, viðhvørt heil samdøgur út í eitt, og so sova teir dagin eftir o.s.fr.
? Tí er góð barnaansing ikki eitt val hjá einum lækna. Tað er ein avgjørd fortreyt.
Hann sigur, at kvinnuligir læknar í Danmark hava eisini nógv betri umstøður viðvíkjandi barnsburðarfarloyvi, enn teir hava í Føroyum.
? Somuleiðis hava danskir læknar nógv betri umstøður viðvíkjandi eftirútbúgving, enn vit hava í Føroyum.
Vandi fyri at læknar rýma
Hendan støða ger, at tað er sera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt at lokka yngri, danskar læknar til Føroyar at arbeiða.
? Og tað vísir seg, at tað eisini verður verri og verri at fáa føroyskar læknar hendavegin.
? Avleiðingin av hesum hevur verið, at tað eru alt ov fáir læknar á Landssjúkrahúsinum enn tað átti at verið, tí læknar fáast ikki til fleiri av størvunum.
Og hetta læknatrotið hava tey merkt serliga fast í ár.
Formaðurin í felagnum fyri yngri læknar sigur, at ikki minst er støðan vánalig á medisinsku deild.
Tað eru sjey størv á forvaktini- sum eru teir nýútbúnu læknarnir.
Men har hava teir bara verið í millum tríggir og fimm læknar, so tað hava altíð mangla tveir til fýra læknar.
Á millumvaktini-, sum eru fyrstu hjálparlæknarnir, hevur tað verið eitt sindur ymiskt. Har skulu verða fýra læknar, men í løtuni eru teir bara tveir.
Jens Andreassen sigur, at hetta kemst av, at tað er stórt læknatrot Í Danmark og tí stendur tað ikki á at fáa arbeiði niðri fyri nógv betri løn, og nógv betri umstøður annars, enn teir kunnu fáa í Føroyum.
? Og tí er tað ómetaliga trupult at fáa læknar hendavegin, sigur Jens Andreassen.
Hann sigur, at hetta tískil er eisini ein spurningur um at varðveita eitt ávíst støði í okkara heilsuverkið.
Hann sigur, at tess longri vit koma burtur frá miðstaðarøkinum, sum er Keypmannahavn, tess meiri verður gjørt fyri at lokka læknarnar til við løn og øðrum sømdum.
? Fá sjúkrahús liggja so langt burtur sum Landssjúkrahúsið í Havn, so alt annað líka, skuldi føroyingar gjørt serliga nógv burturúr fyri at lokka læknar hendavegin.
? Tað rætta hevði verið at komið ikki bara upp á tað danska støðið, men at komið enn hægri upp, tí vit eru so fjarskotin.
? Men tað verður ikki gjørt, tvørturímóti.
?Tí er tað ikki bara trupult at fáa læknar hendavegin-tað er eisini vandi fyri, at teir, sum longu eru her, fara at rýma í betri størv í Danmark.
? At tað altíð mangla læknar, og at størv eru ósett, skumpar undir hesa gongd, tí tað verður ov strævið hjá teimum, sum eftir eru.Læknarnir halda tí ikki, at tað hevði verið stórt dýrari at latið læknarnir fingið betri løn, tí sum støðan er, kosta læknarnir sera nógv í yvirtíð, tí arbeiðsbyrðan verður ov stór.
? Men tað er ikki yvirtíð, vit vilja hava. Vit raðfesta trivnað og góðar umstøður nógv hægri, sigur Jens Andreassen.
Okkurt má henda
Felagsformaðurin sigur, at sum støðan er, er tað ógjørligt at siga, hvat hetta fer at enda við.
Men hann sigur, at partarnar halda so mikið fast uppá sítt, at hann útihýsir ikki arbeiðssteðgi, hóast hann ikki vónar, at tað kemur so langt.
? Men vit føla á okkum hvønn dag, at nú má okkurt henda, og at tað er sera umráðandi at fáa eitt gott úrslit hesuferð, sigur Jens Andreassen.
Hann hugsar ikki bara um lønina, men eisini t.d. um eftirútbúgvingina, sum er neyðugt fyri at varðveita eitt høgt, fakligt støði.
Hann sigur, at hann fryktar fyri, at um onki hendir nú, fer tað at ganga útyvir dygdina í viðgerðini.
?Vit fáa ov stutta tíð til hvønn sjúkling, og tá er altíð vandi fyri, at viðgerðin ikki verður tann besta, sigur Jens Andreassen. almennum stovnum, og eisini við kommununum.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sigur, at tað er ógvuliga harmiligt, at ein almennur stovnur skal kunna koma í so stórar fíggjarligar trupulleikar, at hann hvørki fær goldið starvsfólkunum løn, ella fær hildið aðrar, sáttmálabundnar skyldur.
? Hetta eigur ikki at enda. ? Og støðan í sjónvarpinum eigur í hvussu so er at fáa avleiðingar á tann hátt, at tað má byrgjast fyri, at slíkt hendir aftur.
Undir sjóneyku
Karsten Hansen sigur, at arbeitt verður í løtuni við at fáa skipanir, sum gera, at stovnar ikki aftur koma í ta støðu, sum sjónvarpið nú kom í.
Hann sigur, at tað, sum arbeitt verður við, er at fáa allar stovnar og allar kommunur uppí felags fíggjarskipanina hjá Landinum.
?Tað er ógvuliga óheppið, at ikki allir almennir stovnar, og kommunurnar við, eru uppí fíggjarskipanina hjá landinum.
Karsten Hansen sigur, at av almennum stovnum, sum enn eru uttanfyri skipanina hjá Landsstýrinum, eru bæði kommurnar, sjónvarpið og útvarpið.
Hann sigur, at tað verður arbeitt fyri at fáa allar hesar stovnarnar uppí, og at tað verður nógv arbeiðsorka løgd í at fáa hetta sett í verk.
Hann sigur, at tá ið allir stovnarnar eru komnir upp í fíggjarskipanina, ber tað alla tíðina til hjá fíggjarmálastýrinum at fylgja við fíggjarligu gongdini og at hava eitt neyvari eftirlit við peninganýtsluni hjá stovnunum og kommununum.
Er hetta ikki eitt slag av yvirformyndaríið? Eiga stovnarnir ikki sjálvir at hava so neyva fíggjarstýring, at teir megna hetta saktans setast í verk, uttan at nakar sum helst myndugleiki verður tikin frá stovnsleiðarum ella kommunum.
? Men fyrimunirnir høvdu verið, at vit høvdu havt eina nógv betri fíggjarstýring.
? Hendan felags fíggjarskipanin er eitt sera hent amboð í so máta.
? Var sjónvarpið t.d. uppi í hesi skipanini, varð tað ikki komið í hesa sera óhepnu støðuna, tí so høvdu vit langt síðani havt sæð, hvønn eg tað bar, og høvdu tí kunnað tikið neyðug stig, áðrenn stovnurin kom í óføri.
Karsten Hansen sigur, at ein annar fyrimunir við at øll eru uppi í hesi skipanini, er, at so eru bæði stovnar, og allar kommunur við í gjaldførinum hjá Landskassanum.
?Í eini støðu, sum teirri í SvF kom í, hevði stovnurin so kunnað gjørt nyttu av gjaldførinum hjá landskassanum.
? Og so kundi stovnurin brúkt tað, sum eftir er av árinum til at komið aftur á beint.
? Í so máta gevur ein slík skipan stovnunum og kommununum nógv fríari ræsur, enn tey hava nú, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Skumpaði ábyrgdina frá sær
Annars skilir Karsten Hansen ikki, at fíggjarnevndin vísir málið frá sær.
? Sjónvarpið hevur sáttmálabundnar útreiðslur, bæði til at betala starvsfólki løn, umframt av øðrum slag.
? Hesar útreiðslurnar skulu gjaldast, hvussu víkir ella vendir.
? Og tað ber ikki til, at siga, at hesar útreiðslur verða goldnar í næsta mánaða.
?Harafturat fær tað fíggjarligar fíggjarligar avleiðingar at avtalur ikki verða hildnar, og tað verður oftast enn dýrari.
Karsten Hansen sigur, at er hetta ikki eitt mál, sum fíggjarnevndin kann taka upp, so veit hann ikki, hvat hon kann taka upp.
Nú hevur formaðurin í fíggjarnevndini sagt, at Landsstýrið mátti havt fatað, at tað ber ikki til at koma til fíggjarnevndina at loysa fyrisitingarligar trupulleikar?
? Tað kann hann siga. ? Men veruleikin er, at ein støða hevur tikið seg upp. ? Hon skuldi ongantíð verið íkomin. Men tað gjørdi hon so. Og hon skal loysast.
? Og tað er heilt greitt sambært øllum okkara serfrøðingum, bæði í fíggjarmálastýrinum, hjá landsgrannskoðaranum, og aðrir, at hetta er eitt mál, sum fíggjarnevndin sólaklárt átti at tikið upp, sigur Karsten Hansen.
? Tí skilji eg ikki, at hon bara skumpar ábyrgdina frá sær, leggur hann afturat.