Vandi fyri at nýggi Smyril verður lagdur áðrenn hann kemur í sigling

Vandi er fyri, at nýggi Smyril fær somu lagnu sum Brimil, ið lá og gnaddaði gummi í Noregi í fleiri mánaðir eftir at hann var liðugur, tí ósemja var við fíggjarmálaráðið um lønina hjá yvirmonnunum, sum skuldu sigla við

Sáttmálasamráðingar

Gongur heilt illa, kann tað enda við, at nýggi Smyril verður lagdur, longu áðrenn hann kemur í sigling.
Sostatt kann tað henda, at nýggja flaggskipið hjá Strandferðsluni, fer at fáa somu lagnu sum bæði Brimil og nýggi Teistin, ið lógu og gnaddaðu gummi leingi eftir at teir vóru lidnir.
Orsøkin til at tey bæði skipini ikki sluppu í sigling, tá ið tey vóru liðug, var, at ósemja var um lønirnar hjá yvirmmonnunum, sum skuldu sigla við og sostatt noktaðu teir at fara umborð, fyrrenn ein semja varð um ein sáttmála.
Fíggjarmálaráðið og yvirmannafeløgini samráddust leingi um nýggjan sáttmála, men til fánýtis og sostatt sluppu skipini ikki í sigling, fyrrenn langt eftir, at tey vóru liðug.
Serliga hart gekk hetta útyvir Brimil, sum ikki slapp í sigling fyrrenn næstan eitt hálvt ár eftir at hann var liðugur - og tá var tað eftir at Løgtingið hevði lagt uppí og endaði verkfallið hjá yvirmonnunum við lóg.

Ongin fundur avtalaður
Gongur heilt galið, kann tað enda við, at nýggi Smyril fær somu lagnu, tí enn er ongin semja um sáttmálan hjá maskinmeistarunum, sum skulu sigla við nýggja Smyril.
? Og fyrrenn ein nýggjur sáttmáli er gjørdur, kunnu maskinmeistararnir ikki fara umborð og sostatt fær skipið ikki siglt, staðfestir Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Hann sigur, at nýggi Smyril hevur nógv størri maskinorku og heilt aðra tekniska útgerð enn nakað annað strandfaraskip og tí skulu maskinmeistararnir eisini hava nýggjan sáttmála við betri løn.
Annars er greiða fingin á sáttmálaviðurskiftunum hjá bæði Skipara- og Navigatørfelagnum og hjá Starvsmannafelagnum, so nú er tað bara Maskinmeistarafelagið eftir at gera semju við.
Ósemjan um lønina og onnur viðurskifti hjá maskinmeistarunum, sum skulu sigla við nýggja Smyrli, er gomul.
Nakrir fundir hava verið, men enn er semja ikki gjørd, sigur Jógvan Nybo.
Hann hevur ongar viðmerkingar til spurningin um, hvussu langt tað er ímillum partarnar. Hann hevur heldur ongar viðmerkingar til spurningin um hann væntar, at tað fer at bera til at finna semju.
Tað einasta hann staðfestir, er at nakrir samráðingarfundir hava verið, men at ongin semja ser gjørd.
Hann leggur afturat, at tað eru serliga lønirnar, sum ósemja er um.

Maskinmeistafelagið situr við kleyvarfrúgv
Sum støðan er í løtuni, er ongin nýggju fundur avtalaður ímillum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar við nýggja Smyrli.
Men tað er ikki yvir at dylja, at tað er Maskinmeistarafelagið, sum situr við sterkasta trumfi, ið hugsast kann í royndunum at fáa sáttmála fyri maskinmeistararnar við nýggja Smyrli.
Tá ið seinastu, regluligu sáttmálasamráðingarnar vóru, legði Fíggjarmálaráðið alstóran dent á at fáa ein sáttmála um nýggja Smyril samstundis.
Men tað vildi Maskinmeistarafelagið ikki.
Tá vóru manningarskjølini ikki gjørd og tí visti Maskinmeistarafelagið ikki, hvussu nýggi Smyril skuldi mannast. Og fyrrenn felagið visti tað, noktaði tað at gera sáttmála.
Úrslitið var, at avtalað varð gjørd um, at samráðingar skuldu takast upp, so skjótt manningarskjalið varð kent.
Men tann stóri trumfurin hjá Maskinmeistarafelagnum er, at tað stendur eisini í avtaluni, at varð ongin semja um Maskinmeistarafelagið gjørd 1. september í fjør, kunnu allir sáttmálarnir ímillum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið sigast upp.
Sostatt kann Maskinmeistarafelagið nær sum helst siga allar sáttmálar upp við einum mánaða ávaring.
Men Jógvan Nybo leggur dent á, at enn hugsar felagið als ikki um nakað slíkt.
? Samráðingarnar er als ikki komnar so langt enn, at vit so mikið sum hava hugsað um at siga sáttmálarnar upp ? men vit hava møguleikan til tað, sigur Jógvan Nybo.

Royna at finna semju
Ì Fíggjarmálaráðnum er tað Durita Tausen, sum stendur á odda fyri samráðingunum við Maskinmeistarafelagið um sáttmálarnar hjá maskinmeistarunum, sum skulu sigla við nýggja Smyrli.
Hon vil ikki siga nakað um, hvussu samráðingarnar ganga. Hon vil hvørki siga nakað um, hvussu langt tað er ímillum partarnar, ella, um hon yvirhøvur heldur, at útlit eru fyri eini semju.
? Eg fái onki sagt um samráðingarnar uttan tað, at tað er gongd í málinum og vit royna at finna semju, sigur hon.
Ongin nýggjur fundur er avtalaður, men partarnir samskifta nokk so nógv við T-brøvum.