Ferðslan um Leirvíksfjørð er økt so nógv seinastu árini, at Ternan er vorðin ov lítil til at nøkta tørvin, og vandi er fyri sonnum ruðuleika, tá hon kemur aftur í sigling um einar tvær vikur.
Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, hevur sett Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni, tveir fyrispurningar um siglingina um Leirvíksfjørð, og í viðmerkingunum sigur hon, at Ternan er alt ov lítil til siglingina og langt frá nøktar tørvin.
Dúgvan flytir hvønn dag 50-60 stórar bilar og trailarar, umframt 200-260 persónbilar, og ikki er ringt at ímynda sær hurlivasan tá Ternan, sum bert tekur tveir trailarar hvørja ferðina, kemur aftur í sigling, sigur hon.
Eisini flutningsfyritøkur, fiskaframleiðarar og aðrar fyritøkur, sum hava brúk fyri góðum sambandi um Leirvíksfjørð, stúra fyri at fáa Ternuna aftur í sigling.
Og teir ætla eisini at gera vart við seg. Í løtuni verður eitt framtak samskipað, sum formliga skal gera myndugleikarnar vart við trupulleikarnar, sum hesar fyritøkur fáa, tá Ternan kemur aftur í sigling.
Dúgvan alt árið
Sámal Petur í Grund hevur svarað fyrispurninginum hjá Rúnu Sivertsen, og í svarinum sigur landsstýrismaðurin, at arbeitt verður miðvíst við at fáa Dúgvuna at sigla um Leirvíksfjørð alt árið, og at pengar eru settir av á fíggjarlógini til hendan rakstur.
Hendan ætlan er tó treytað av, at ymsar ábøtur verða gjørdar bæði við Leirvíkar havn og við Dúgvuna sjálva, sigur Sámal Petur í Grund í svarinum til løgtingskvinnuna úr Klaksvík.
Og vit eru eisini í ferð við at fáa greina út, hvat tað er sum skal gerast fyri at fáa Dúgvuna í sigling alt árið, og bæði Landsverkfrøðingurin, Strandferðslan og manningin umborð á Dúgvuni eru við í hesum arbeiði.
Men tað kemur ikki uppá tal at hava Dúgvuna í sigling alt árið fyrr enn frá komandi summari, og tí hava tey, sum brúka Leirvíksfjarðaleiðina, ein trupulleika í vetur, tá Ternan skal sigla um fjørðin.
Kemur Ternan aftur í sigling um Leirvíksfjørð verður reint kaos á rutuni hvønn einasta túr, siga flutningsfyritøkurnar og fiskaframleiðarar í skrivi, sum teir hava orðað, og sum nú verður sent landsstýrismanninum og stjóranum á Strandferðsluni.
Talan hevur verið um at seta í gildi eina bíleggingarskipan til siglingina um Leirvíksfjørð, men hetta loysir ikki trupulleikan. Fyri tað fyrsta ber illa til at siga nær farmur skal við, tí tað avhongur av nógvum ymiskum viðurskiftum og fyri tað næsta verður bíðitíðin so long, at vandi er fyri, at stór virði fara fyri skjeyti av hesum, verður sagt víðari í skrivinum.
Ternan í pendulfart
Men sum støðan er í løtuni, so kemur Ternan aftur í sigling, og enn fyriliggur eingin onnur ætlan enn at allir túrarnir um Leirvíksfjørð mugu útnyttast til fulnar.
Klaksvíkar býráð hevur fleiri ferðir gjørt vart við seg í málinum um Leirvíksfjarðasiglingina, og eftir ein fund við Strandferðsluna fyrr í ár, varð ein nevnd sett at taka sær av at loysa trupulleikarnar á leiðini.
Í hesi nevnd eru Heri Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvík, sum eisini er formaður í nevndini, Magnus Magnussen og Schumann Hansen, sum umboð fyri Strandferðsluna, landsverkfrøðingurin, og Jógvan Høj, sum umboðar vinnuna í norðoyggjum.
Og Sosialurin hevur skilt, at í hesi nevnd hevur verið uppá tal, at fáa Ternuna at sigla í pendulfarti um Leirvíksfjørð allan dagin, frá morgni til seint á kvøldi fyri at nøkta tann tørv, sum er á leiðini.
Og líkt er í øllum førðum til, at ólag kemur á ferðaætlanina, tí verður so nógv ferðsla, sum roknast kann við, er stutti steðgurin, sum flestu túrarnar er avsettur til at fá bilar í land og umborð aftur, ov stuttur.
Ruðuleiki ella ikki, í november mánaði kemur Ternan aftur í sigling um Leirvíksfjørð!