Vandin fyri kjarnorkukríggi er vaksin

Vandin fyri, at eitt mistak skal elva til kjarnorkukríggj millum USA og Russland, er vaksin seinastu árini, siga amerikanskir granskarar, sum vilja hava Bush og Putin at viðgera málið í næsta mánað.

Hóast meiri enn tíggju ár eru liðin, síðani Kalda Kríggið endaði, Sovjetsamveldið varð upployst, og USA og Russland fóru at samstarva, er vandin fyri einum kjarnorkukríggi millum teir báðar gomlu fíggindarnar minni enn so av.

Tað siga granskararnir á viðurkenda amerikanska RAND-stovninum. Teir mála eina sera dapra mynd av russisku kjarnorkumegini, og teir siga seg ivast í, at tey góðu viðurskiftini millum Russland og USA hava bøtt um trygdina, tá saman um kemur.

Niðurstøðan hjá RAND-stovninum samsvarar væl við tað, sum formaðurin í amerikanska felagsskapinum The Nuclear Threat Initiative, demokratiski senatorurin Sam Nunn, hevur víst á. Saman við republikanska senatorinum Richard Luger, sum er formaður í uttanríkispolitisku nevndini hjá senatinum, hevur Sam Nunn virkað fyri at skerja kjarnorkuvápnagoymslurnar og at forða fyri, at kjarnorkuvápn enda í hondunum á teimum, sum ikki eiga at hava atgongd til slík vápn.

-Eingin okkara heldur, at USA og Russland fara at byrja eitt kjarnorkukríggj við vilja. Men bert eitt lítið mistak ella eitt óhapp kann vera nóg mikið, og tann møguleikin er til staðar, sigur Sam Nunn.

Hann sigur, at vandin fyri at yvirgangsmenn skulu fáa fatur á kjarnorkuvápnum er í Russlandi og ikki í Irak ella Iran, og hann heldur ikki, at George W. Bush, forseti, hevur givið hesum nóg stóran ans. Undir valstríðnum segði Bush annars, at hann ætlaði sær at leggja dent á at tryggja kjarnorkuvápn kring heimin, men tað hevur hann ikki gjørt enn, sigur senatorurin.

Granskararnir hjá RAND-stovninum vísa á, at USA og Russland hava nóg mikið av kjarnorkuvápnum til at leggja allan heimin í oyði eftir einum tíma, og at tað tekur bert nakrar minuttir at trýsta á allar teir neyðugu knøttarnar. Teir siga eisini, at búskaparligu trupulleikarnir í Russlandi hava gjørt, at kjarnorkuvápnini hava fingið størri týdning fyri russar enn onnur herútgerð. Men russiska útgerðin er yvirhøvur í ringum standi, og skal Russland hava ein møguleika í einum kjarnorkukríggi ímóti USA, hava teir bert eitt at gera, og tað er at trýsta á knøttarnar, áðrenn amerikanararnir gera tað, og hetta er ein vandamikil støða, stendur í frágreiðingini hjá RAND-stovninum.