Vandu í blóðregni

Landsliðið: Føroyska landsliðið heldur fram við fyrireikingunum á venjingarleguni í Marbella

Myndir: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Føroyska manslandsliðið er í hesum døgum á venjingarlegu í Marbella í Spania. Ferðalagið kom til Spania mánadagin. Tað hava verið venjingar á skránni týsdagin, mikudagin og í dag.

 

Veðurforsøgnin hevur hótt við regni, og bæði í gjár og í dag hevur tað regnað. Umstøðurnar eru góðar á Marbella til fótbólt og vøllurin var lutfalsliga góður at venja á, hóast tað til tíðir hevur regnað illa.

 

Sermerkt við regninum í dag var, at talan var um sokallað blóðregn, ið regna og sandur í einum. Eftir venjingina var øll útgerð og øll klæðir skitin og reyð av sandi. Tað ávirkaði ikki venjingina, sum vardi í næstan tveir tímar við upphitin í styrkihølunum, sum eru knýtt at vøllinum.

 

Teitur M. Gestsson sat yvir ein part av venjingini, tí hann merkti okkurt í tjúkkanum. Jákup B. Andreasen sat eisini yvir seinna partin av venjingini, tí hann ansar eftir mjødnini. Føroyska liðið venur aftur í morgin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

Myndir: (Hans Erik Danielsen/FSF)