Í dag er fyrsti mai, sum er altjóða arbeiðaradagur. Hátíðarhildið verður á Vaglinum í Havn seinnapartin, og eitt hátíðarhald verður eisini í Vestmanna seinni seinnapartin.
Tað vísur seg tó, at uppmøtingin til hátíðarhaldini ikki hevur verið so stór seinastu árini. Hetta er harmiligt, heldur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
-1. mai hevur líka nóg at siga fyri arbeiðaran í 2017, sum hann altíð hevur havt. Vit hava tørv á, at markera teir sigrarnar, ið fakfelagið hevur vunnið, sigur Georg F. Hansen.
-Vanliga fólkið gloymir alt tað strev og stríð, sum man hevur havt fyri at fáa sáttmálan ígjøgnum. Hvør stavur í sáttmálanum er komin við strevi og stríði, og tíverri gevur fólk sær ikki far um tað.
Georg F. Hansen leggur afturat, at tað tó er so nógv annað hjá fólki at fara til í dag, og tíðirnar broytast.
-men fyri mong er 1. mai enn ein dagur, har vit minnast sáttmálan, sigur hann.