Í sambandi við frágreiðingina hjá Ráðgevandi nevndini hjá forsætisráðharranum, sum kom herfyri, hava vit tosa við Knud Heinesen um ymsik viðurskifti
Eitt nú leggur frágreiðingin upp til, at føroyingar skulu tátta í fíggjarliga, minka sethúsarentuna, ikki broyta núgaldandi mvg-skipan, minka stuðulsskipanir í fiskivinnuni o.s.fr..
Annfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er ikki samdur. Hann vil broyta mvg-skipanina, veita skattalætta og stuðul til fiskivinnuna. Hvat heldur Knud Heinesen um tað?
- Tað er at fegnast um, at tað nú búskaparliga gongur framá í Føroyum. Tað sæst á yvirskotinum hjá Landskassanum, sum í høvuðsheitinum stavar frá Føroya Banka, sigur Knud Heinesen.
Fiskivinnan og lága rentustøðið
- Orsøkin til at Føroya Banki er førur fyri at gjalda upphæddina, er jú tekin um framgongd í Føroyum.
- Onnur gleðilig hending er, at tað nú er yvirskot á handilsjavnaðinum, men ikki minst gleðiligt er tað, at arbeiðsloysið minkar.
Knud Heinesen setir tó spurnartekin við, hvussu haldgott fíggjarliga framgongdin er, tí hon í høvuðsheitinum stavar frá fiskiskapinum, og lága rentustøðinum í løtuni.
Eingin veit, hvussu leingi nógvur fiskur verður at fáa í føroyskum sjógvi, ella hvussu leingi rentan verður so lág,sum hon er nú.
- Tí er vandin fyri búskaparligari afturgongd stórur. Tað skal eisini takast við, at almenna skuldin er ógvuliga stór. Í einhvørjum landi við so stórari skuld, er tað náttúrligt at fáa skuldina niður í góðum tíðum, sigur Knud Heinesen.
- Er tað ein trupulleiki fyri føroyska búskapin, at politikararnir ikki vilja sleppa ymsu stuðulsskipanunum?
Stuðulsskipaninar hanga ikki saman
-Tað er ikki so týdningarmikið at tosa um einstøku stuðulsskipaninar.Áhugaverdari er, at allar tær almennu stuðulsskipanirnar- tað veri seg ískoyti, avgjøld og skattafrádráttir - sínamillum eiga at vera tengdar saman, so tað tænir einum endamáli -nevniliga at styrka vinnuligu menningina í Føroyum.
- Eitt er at tryggja eitt forsvarliga fisktitrýst, annað er er at fáa ein fiskiflota, sum í stødd svarar til veiðumøguleikarnar. Triðja er at hava kappingarføran fiskiídnað, og ikki minst, at ein størri partur av veiðuni verður landað í Føroyum.
- Tað krevur so eisini at rávøran verður meira góðskað, umframt at neyðugt er við størri kappingarføri í útflutninginum, sigur Knud Heinesen.
Hann heldur, at eingi av hesum viðurskiftum er nóg góð sum er. Tí er vandin fyri afturgongd so stórur, um fiskiskapurin minkar, ella rentustøðið hækkar.
- Sambært frágreiðingini, fæst ikki eins góður prísur í Føroyum og aðrastaðni. Tað hevur m.a. við sær at hýrurnar minka, revsing verður sett fyri at landa uttanlands o.s.fr. ?
- Trupulleikin er, at ymsu ískoytis- og avgjaldsskipaninar tilsamans ikki geva eitt úrslit. Eg nevndi t.d. týdningin av at hava kappingarføra fiskivinnu. Við hesum meini eg eina fiskivinnu, sum er før fyri at gjalda eins nógv og skipini fáa aðrastaðni.
Iikki geva Framtaksgrunninum karakter
Síðani kemur spurningurin, um ov nógv flakavirki eru í Føroyum, sambært metingum, tá Fiskavirking varð stovnað, og til nú Framtaksgrunnurin hevur tikið yvir?
- Við hesum leggur tú upp til, at eg skal gera viðmerkingar til leiklutin hjá Framtaksgrunninum, við keypinum av Fiskavirking, sigur Knud Heinesen.
Sum formaður í Fígggingargrunninum, heldur hann ikki, at tað er hansara uppgáva at geva Framtaksgrunninum karakter fyri sítt arbeiði. Spurningurin um at viðgera Fiskavirking, sum var ein partur hjá Fíggingargrunninum fyri fleiri árum síðan, og til Framtaksgrunnin og Fiskavirking í dag, er ein long søga, sum hann ikki heldur hóskar á hesum stað.
- Eru ov nógv virkir í Føroyum?
- Spurningurin kann ikki svarast fyri seg. Um størri nøgdir vóru landaðar í Føroyum, og rávøran varð góðskað meira, so hevði verið pláss fyri fleiri virkjum, enn í dag, sigur Knud Heinesen.
- Eru føroysk vinnlívsfólk og sølufólk før fyri at kappast við hini í uttanlands?
- Tað haldi eg ikki er høvuðstrupulleikin. Eg haldi, at Føroyar eiga nógv, góð vinnulívsfólk. Trupulleikin er, at føroyingar ikki fáa bygnaðin í fiskivinnuni at hanga saman.
Vilja føroyingar loysing, fáa teir tað
- Trupla samskiftið við danir hava fingið føroyingar at tosa um loysing, Er tað ein haldgóð loysn?
- Um meirluti er fyri loysing í Føroyum, so er einki ivamál . So verður tað gjørt. Tað er upp til føroyingar at svara fyri hesum spurningi.
Knud Heinesen hevur gjølla lisið yvirlýsingina frá seinasta landsfundi hjá Javnaðarflokkinum, um at seta eina sjálvstýrislóg í gildi, sum avloysir heimastýrislógina, men hann heldur, at tað er ógvuliga torført at skilja ítøkiliga, hvat tað er, sum flokkurin vil broyta, í mun til núgaldandi skipan.
- Eg vil kortini halda, at danska stjórnin er sinnað at dagføra Heimastýrislógina, sigur Knud Heinesen.
- Einki samband hevur verið millum danska og føroyska Javnaðarflokkin í longri tíð. Er broytta mynstrið í samskiftinum, tekin um nýggja siðvenju í sosialdemokratiska flokkinum?
- Soleiðis sum eg síggi hetta, so eru viðurskiftini tíverri vánaligari nú enn eg kann minnist tey hava verið, síðani Klaksvíksstríðið. Tað er hugstoytt, sigur Knud Heinesen.
- Eg vóni, at ymsu samráðingarnar um skuld og afturgjalding, og eisini úrslitið av bankakanningini fara at vísa seg at gerast grundarlagið fyri, at bøta um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.
- Heldur tú at tað hevði gagnað, um vit fingu annað slag av samstarvsskipan, enn vit hava í dag?
- Einki broytist við bert at seta aðra lóg í gildi, men meira áhugavert kundi verið at tosa um, hvat ein nýggj lóg í innihaldi skuldi snúð seg um.
- Eg dugi kortini væl at síggja nøkur sjónarmið, tankar og kenslur í uppskotinum, men eg haldi, at Javnaðarflokkurin skuldi arbeitt víðari við uppskotinum, so tað verður meira ítøkiligt.
Bankakreppan og atvoldin til hana slítandi
- Hevur tú sumgamal politikari og ráðharri nakra ábending um, hví kreppan millum londini gjørdist so stór?
-Tað er torført at siga. Ein frágreiðing er kanska stóru trupulleikarnar, sum Føroyar ikki hava havt áður í okkara tíð, hevur ført til ymsar meiningar, hvussu kreppan átti at verið loyst. - Hvørt hetta sipar til persónar og meira kenslubornar tankar, veit eg ikki, men eg haldi, at harðrendi veruleikin við bankakreppu og atvoldin til hana, hevur verið ov tung at hardfara.
- Tað hevur gingið út yvir tey fyrr so góðu viðurskiftini millum londini.
- Er tað ókunnleiki til føroysk viðurskifti, sum hava elvt til stóru álitiskreppuna millum Føroyar og Danmark?
- Tað hugsi eg ikki. Danska stjórnin hevur allar møguleikar at seta seg inn í føroysk viðurskifti.
Politiskt óveruligt at kapitalisera blokkin
- Hevði tað verið gott hugskot at kapitalisera blokkin?
- Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað hevði verið politisktur meirlut fyri tí í Fólkatinginum, sigur Knud Heinesen.
Hann heldur, at fyri tað fyrsta er talan um stóra upphædd - 14 mia. krónur, hava verið nevndar- at gjalda einaferð. Umframt tað, so hevði danski staturin als onga ávirkan fingið, hvussu peningurin varð nýttur, ella til hvørji endamál. Knud Heinesen heldur kapitaliseringina av blokkinum vera politiskt heilt óveruligt.
Í løtuni stur ein arbeiðsbólkur, sum hevur til uppgávu at meta um, hvørt bankin skal privatiserast.
Álit um at privatisera bankan til várs
- Er tað gott hugskot at privatisera bankan aftur?
- Um tað kann eg bert siga, at tað stendur í felagsavtaluni millumFøroya og donsku stjórnina, at ognarvirðurskiftini millum bankan og Fíggingargrunnin skulu endurskoðast og møguliga avtakast við tíðini.
- Eg eri formaður í Fíggingargrunninum, og tað er álagt okkum at arbeiða við einum uppskoti um lutvísa avmarking í eigara viðurskiftunum hjá grunninum.
- Í løtuni arbeiða við uppskotinum, sum skal verða eitt liðugt álit til várs, sigur Knud Heinesen. Tað verður almennt kunngjørt í ársfrágreiðini hjá Fíggingargrunninum kemur í mars mánað 1998. Áðrenn hetta, vil hann einki siga um framtíðina hjá bankanum.
- Tað er mín skylda mótvegis Landsstýri og tingi, at hesi verða kunnað um hetta, áðrenn tað kemur fram í fjølmiðlunum, sigur Knud Heinesen.