Vann kappsigling í sjálvgjørdum báti

    

Sunnudagin 13. juli var árliga kappsiglingin á Hvítanesi, har 20 bátar luttóku. Tað var áhugafelagið Seglið, íð skipaði fyri tiltakinum. Mjørki og lítil og ongin vindur gjørdu kappsiglingina minni væleydnaða enn tær undanfarnu.
Kappsiglingin var hildin á Kaldbaksfirði. Nógvi mjørkin ytst á fjørðinum viðførdi, at byrja var við bygdina í Kaldbak og siglt inn í Kaldbaksbotn. Eitt fitt lot var við byrjan, men miðskeiðis á teininum datt lotið burtur. Eftir at hava ligið í stilli eina góða løtu, var avgjørt at skjóta siglingina av.
Komnir útaftur á startmálið hildu menn vert var at royna enn einaferð, nú mjørkin var burtur og eitt lot lá inneftir fjørðinum. Avgjørt var at nýggjur startur skuldi verða ytst á Kaldbaksfirði og málið í Kaldbak. Sjálvt um tað bert var eitt fleyr komu allir bátar á mál.
Úrslitið var at Niels í Nesinum úr Tórshavn gjørdist væl fremst, Hoyvíksbáturin var annar og Gjáarbáturin triðjur. Nevnast skal at Alfred Gullbein sjálvur hevur smíðja bátin Niels í Nesinum og megnaði hann hesuferð at verða fremstur, eftir fleiri ferðir at verði tætt við.
Úrslitið viðførir at Niels í Nesinum nú er á einum deildum fyrstaplássið í kappingini fyri størri bátar, saman við Malla sum hesuferð gjørdist triðjur.
Annað plássið hjá Hoyvíksbátinum viðførir, at hann nú er fremstur fyri bólkin smærri bátar. Leivur sum frammanundan lá ájavnt Hoyvíksbátin, gjørdist hesuferð triðjur í bólkinum og er nú tvey stig frá fyrsta plássinum áðrenn seinasta umfar.
Í teirri samlaðu kappingini "Ársins sjógangari" gera somu bátar seg galdandi. Hoyvíksbáturin, sum undan hesum umfarinum lá á einum deildum fyrsta plássið saman við Leivi, liggur nú fremstur. Leivur er nú á einum deildum øðrum plássið saman við Niels í Nesinum, íð við sigrinum á Hvítanesi fór frá einum fimta plássið framm á eitt annað pláss. Sí annars úrslit og støður aðrastaðni á síðuni.
Seinasta og avgerandi kappsiglingin í summar verður Lions siglingin á Skálafjørðinum tann 18. - ella 24. august.

ÚRSLIT-HVÍTANES
Úrslit - Hvítanes
Samlað kapping

Nr. 1Niels í NesinumTórshavnAlfred Gullbein
Nr. 2HoyvíksbáturinHoyvík Egil Simonsen,
Jóhan Simonsen
Nr. 3GjáarbáturinVestmannaJanus Petersen
Nr. 4EyðRunavíkAtli Leitisstein,
Robert Langaard
Nr. 5MalleKollafjørðurOddmar Joensen,
Marner Joensen

Smærri bátar
Nr. 1HoyvíksbáturinHoyvík
Nr. 2EyðRunavík
Nr. 3LeivurKollafjørður
Nr. 4VinurTórshavn
Nr. 5LítliKollafjørður

Størri bátar
Nr. 1Niels í NesinumTórshavn
Nr. 2GjáarbáturinVestmanna
Nr. 3MalleKollafjørður
Nr. 4HelgaKaldbak
Nr. 5NónHósvík
SAMLAÐA STØÐAN ÁÐRENN SEINASTA UMFAR
Smærri bátar
Nr. 1HoyvíksbáturinHoyvík14
Nr. 2LeivurKollafjørður12
Nr. 3VinurTórshavn7
Nr. 4EyðRunavík4
Nr. 5MiðgerðKollafjørður3

Størri bátar
Nr. 1MalleKollafjørður12
Nr. 1Niels í NesinumTórshavn12
Nr. 3SvanurSkála8
Nr. 4GjáarbáturinVestmanna4
Nr. 4HelgaKaldbak4

"ÁRSINS SJÓGANGARI"Stig
Nr. 1Hoyvíksbáturin-
Nr. 2Leivur- 4
Nr. 2Niels í Nesinum- 4
Nr. 4Malle- 5
Nr. 5Svanur- 11
Nr. 6Vinur
Nr. 7Helga
Nr. 8Eyð
Nr. 8Guðrið