Vann Tórshavn Open aftur í ár

Ragnar Isaksen, sum í fjør fyri fyrstu ferð vann Tórshavn Open-kappingina í golf, endurtók sigurin um vikuskifti, tá spælt var á Glyvursnesi í skiftandi veðri

GOLF

 

Um vikuskiftið var ein av størru føroysku golfkappingunum, Tórshavn Open, á golfbreytini á Glyvursnesi, har spælt var yvir 54 hol í tríggjar dagar, 18 hol hvønn dagin. Fríggjadagin var rættiliga nógvur vindur, leygardagin góðveður og sunnudagin ringt sýni, men tað helt ikki teimum 12 spælarunum aftur.

Tá avtornaði, vann Ragnar Isaksen aftur í ár kappingina, eins og hann gjørdi í fjør. Hann brúkti tilsamans 257 sløg og var bestur allar dagarnar – fríggjadagin við 88 sløgum, leygardagin 83 og sunnudagin 86 sløgum. Par á breytini á Glyvursnesi er 70.

Næstfremstur var Janus Norðberg við 264 sløgum, Óskar Eiriksson var á triðja plássi við 266, og síðani komu Per Poulsen við 280 og Kaj Anthoniussen við 301 sløgum.

Komandi vikuskifti verður klubbmeistarakappingin í Tórshavnar Golfklubba, hvørs vinnari verður roknaður sum óalmennur føroyameistari í golfi.

Hetta er størsta kappingin á árinum, og eins og í Tórshavn Open, verður kappast á 54 holum í tríggjar dagar: Fríggjadagin frá klokkan 15 og leygardagin og sunnudagin frá klokkan 10.