Vanrøkt og svikin børn verða loftað ov seint

­ Lógarverkið heldur meiri við foreldrunum enn barninum. Barnaverndin í Havn hevur verið noydd at slept málum, har tað hevur verið upplagt, at barnið verður tikið frá foreldrunum vegna vanrøkt og misnýtslu, men løgfrøðin hevur steðgað tí, sigur Finnur Helmsdal.

Sum formaður í barnaverndini í Havn metir Finnur Helmsdal, at tað í so stóran mun sum til ber eigur at verða tikið atlit til barnið. Men veruleikin er ikki so einfaldur, tí tað er ein ógvuliga trupul prosess at taka eitt barn frá óegnaðum foreldrum.

­ Lógarverkið heldur meiri við foreldrunum enn barninum. Sosialu myndugleikarnir hinvegin taka ikki hædd fyri foreldrunum, tá ið tað snýr seg um vanrøkt børn. Løgfrøðin spennir bein fyri arbeiðinum hjá til dømis barnaverndum, tí hon krevur so nógv viðurskifti lýst, áðrenn avgerð kann takast um at taka eitt barn frá foreldrum. Men løgfrøðin er noydd at vera sum hon er, tí annars tryggjar hon ikki fólki sum heild ímóti ivasomum viðurskiftum.

­ Tey truplu málini eru tey, har tað er størri ivamál um, foreldrini eru egnað ella ikki ­ hóast avleiðingarnar eru tær somu fyri hesi børnini sum fyri børn hjá greitt óegnaðum foreldrum. Vit eiga at vera á varðhaldi, tá ið tað snýr seg um hesi foreldrini, sum ikki eru sjónliga vánalig. Heilsusysturin kemur í hvørt heim, har ein nýføðingur er. Sjálvandi er tað trupult hjá henni um hon skal njósnast, men hinvegin eigur hon at vera á varðhaldi. Hon dugir at síggja um foreldrini megna foreldraleiklutin ella ikki, sigur Finnur Helmsdal.

Í barnaverndini í Havn hava nógv mál verið á borðinum, har talan hevur verið um at taka børn frá foreldrum antin sjálvboðið tvang ella tvang. Men so er ein sakførari komin uppí leikin, sum so hevur gjørt, at málini verða slept.

­ Veruleikin er nevniliga ikki so einfaldur. Vit hava eina politiska skipan, eitt lógarverk, játtanir, vit hava so og so nógv starvsfólk og so og so nógvar starvsfólkabólkar. Alt skal ganga upp í eina eind. Uttan mun til, hvussu væl vit vilja barninum mugu vit taka atlit til hesi viðurskifti. Skulu vit undir at fyrireika eitt mál skulu vit hava útalilsir frá lækna, skúla, stovni, sálarlækna og sálarfrøðingi. So skal løgfrøðin hyggja at málinum og kanna um grundarlag er fyri, at barnið verður tikið. Øll viðurskifti skulu tala fyri og vera sannførandi. Barnaverndin í Havn hevur verið noydd at slept málum, har tað hevur verið upplagt, at barnið verður tikið frá foreldrunum vegna vanrøkt og misnýtslu, men løgfrøðin hevur steðgað tí.

­ Málið við lítla Jørn, sum vit sóu í sendingini í SvF týskvøldið hevði endað á sama hátt í Føroyum. Munurin er bara, at í Føroyum gongur tað nógv seinni fyri seg at avgreiða eitt slíkt mál, sigur Finnur Helmsdal.


Sjálvboðið tvang

Umsitingarliga er tað nógv lættari at taka eitt barn frá foreldrum sokallað "sjálvboðið". Verður barnið tikið við tvang verður tað eitt stórt mál, har vandi er fyri, at málið verður slept orsakað av villum og mistøkum, ið eru gjørd í málsviðgerðini.

­ Foreldrarætturin er tann sterkasti rætturin sum er. Gert tú eitt mistak í málsviðgerðini, fært tú ein dyggan frammaná. Tað er orsøkin til, at tað verður lorað eitt sindur afturat, tí verður avgerðin tikin ov tíðliga um at taka eitt barn, dettur alt á gólvið. Men undir øllum umstøður er tað barnið, sum rindar prísin, sigur Finnur Helmsdal.

­ Hinvegin eru tey nógv, sum hava tann hugburðin, at uttan mun til, hvussu ringt barnið hevur tað, er tað altíð verri at taka tað við tvang frá foreldrunum. Hugburðurin er tann, at barnið hevur tað altíð best hjá foreldrunum. Tað kann ongantíð ávísast, at børn, sum verða tikin heimanifrá, fáa tað betur aðra staðni, tí bindingarnar til foreldrini eru so sterkar, at tey vilja altíð uppliva tað betri hjá foreldrunum, sigur Finnur Helmsdal.

­ Umsorganarsvik er so nógv. Tað eru eisini onnur enn júst børn hjá fólki, ið eru illa fyri sosialt, sum verða svikin. Eg trúgvi, at tað eru nógv børn hjá stjórum, og øðrum, sum als ikki hava eygnasamband við teirra foreldur. Á pappírinum eru tey nóg góð, men vit síggja nógv dømi um slík børn, sum gerast ógvuliga løgin og avskeplað sum vaksin.

Arbeiðið við børnum hjá foreldrum, sum sosialt og í aðrar mátar eru illa fyri, gongur fram á í Føroyum, heldur Finnur Helmsdal.

­ Tað er ikki nóg gott, men kortini nógv betri enn tað hevur verið. Samstarv millum partarnar, sum koma í samband við barnið, hevur verið ein trupulleiki ­ føðideildin, heilsusystrar, pedagogar, sosialráðgevarar og onnur. Sambandið hevur verið ógvuliga vánaligt millum barnaverndina og heilsusystrarnar í Havn, heilsusystrarnar hava ikki havt álit á barnaverndini, men tað er batnað munandi í dag og nú eru góð viðurskifti millum partarnar. Tað ger, at stórir trupulleikar verða viðgjørdir professiónelt. Dagstovnarnir í Føroyum eru eisini vorðnir betri við at boða frá, tá viðurskifti ikki eru í lagi, men tá eru børnini ofta vorðin so gomul og tekini um vanrøkt so týðilig. Tað kemur sjáldan fyri, at rópt verður varskó, tá ið eitt barn er hálvt ára gamalt.

­ Kortini er ógvuliga stórur munur millum okkum og skipanina í Danmark. Í Føroyum fer eingin klokka at ringja, tá ið til dømis ein rúsevnismisnýtari verður við barn ­ sosialu myndugleikarnir verða ikki blandaðir uppí. Spurningurin er eisini, hvørjar møguleikar vit hava at taka okkum av eini kvinnu við barn, sum hevur stórar sosialar og persónligar trupulleikar. Vit hava ikki møguleikar at eygleiða hesi fólk. Eftir míni meting er Barnaheimið ikki egnað at vera familjustovnur, tí tað hevur so nógvar funksjónir í dag. Vit kunnu ikki koyra fólk, sum eru ógvuliga illa fyri í allar mátar á Barnaheimið, samstundis sum heimið skal røkja allar hinar uppgávurnar. Tí skulu vit heldur hava eitt heim sum familjustovnin Bethesda í Århus, har fólkini kunnu verða eygleidd og fáa vegleiðing ­ og tørvur er heilt vist á einum slíkum í Føroyum, sigur Finnur Helmsdal.


Svíkur í

­ Hinvegin er heldur ikki sagt, at als einki eftirlit er við slíkum fólki í Føroyum. Men vit hava ikki eina fasta skipan sum í Danmark, men tann danska er heldur ikki nóg góð, tí har er eisini svíkur í. Við tað, at samstarvið millum partarnar, ið hava við vanrøkt børn at gera, alla tíðina gerst betri, er hugsandi, at vit fáa eina betri skipan í Føroyum. Høvdu vit havt eina skipan sum í Danmark trúgvi eg, at vit høvdu loftað fleiri børnum nógv fyrr, men hvussu nógvar møguleikar foreldur skulu hava áðrenn myndugleikarnir traðka til, veit eg ikki, sigur Finnur Helmsdal.

Er tú samdur í tí, at allir liðirnir, ið skulu lofta børnum, sum á onkran hátt eru illa fyri, eru ov veikir?

­ Eingin liður í sær sjálvum loftar børnunum, tað má vera eitt netverk og tí er tað av so stórum týdningi, at vit hava álit á hvør øðrum og samstarva.

­ Barnaverndirnar í Føroyum eru mannaðar av fólki, sum ikki eru skúlað til endamálið. Skal barnaverndin vera tann berandi kraftin, so er rættartrygdin hjá børnum og foreldrum alt ov veik. Barnaverndin eigur at verða broytt, limirnir eiga ikki at hava uppsøkjandi arbeiði og samband við tey fólkini, ið skulu undir umsjón ­ eisini tí, at viðurskiftini í Føroyum eru so smá. Tey professiónellu skulu taka sær av uppsøkjandi arbeiðinum. Uppgávan hjá barnaverndini kann so vera at hjálpa bygda- og býráðum til at finna út av, hvør sosialpolitikkurin skal vera. Tað er skilagott at hava eina blanding av professiónellum og leikfólki.

Hvør skal í grundini gera av, um foreldur eru egnað sum foreldur ella ikki?

­ Tað verður ofta tosað um, hvussu órættvíst tað er, tá ið fólk skulu ættleiða børn, at tey veruliga skulu prógva, hvat tey duga áðrenn. Tað er í grundini tann sentrali spurningurin, hvør skal gera av, hvør er egnaður. Tann fyrsti, sum kemur í samband við barnið, eigur at gera vart við, um viðurskifti ikki eru í lagi. Jarðarmóðurin somuleiðis, og hesi kunnu so seta seg í samband við sosialu myndugleikarnar, sum eiga at vera tann samantvinnandi parturin í einum slíkum máli.

­ Spurningurin er eisini, hvat vit hava at bjóða børnum, sum vit taka frá foreldrum. Er talan um børn, sum er skødd av viðferðini tey hava fingið, er ikki nóg mikið bara at lata eini pleygufamilju barnið og so rokna við, at alt kemur í rætt lag. Í nógvum førum skal pleygufamiljan hava nakrar serliga fortreytir, sum ger tey før fyri at taka hesi børn til sín.


Sólskinssøgurnar fáar

­ Børn hjá foreldrum, sum eru illa fyri sosialt, verða loftað nógv seinni í Føroyum, og eg trúgvi tað verður trupult at fáa fólk at góðtaka, at myndugleikarnir traðka tíðliga inn og taka avgerðir. Eru børnini eldri enn tíggju ár, tá ið tey verða loftað av sosialu myndugleikunum, er spurningin ofta bara, hvussu vit skulu fyrireika tað til eitt lív á stovni. Eru tey hinvegin 5-6 ára gomul eru møguleikar fyri at tað fær eitt gott lív.

­ Tað hevði hjálpt ógvuliga nógv, um tað varð arbeitt meiri professjónelt í Føroyum soleiðis at børn verða loftað nógv fyrr. Vit sóu í sendingini týskvøldið, at sosialu myndugleikarnir arbeiða ógvuliga væl saman, at tey vóru ógvuliga dugnalig og professiónell út í fingraspíssarnar. Í Føroyum hava vit nógv ógvuliga dugnalig fólk í øllum liðum, men arbeiðið er ikki so væl skipað. Í slíkum málum er tað umráðandi at føla seg fram, tí einki verður loyst við at fara trampandi við tuflum.

Sært tú børn, sum hóast ógvuliga ringar umstøður koma væl fyri í samfelagnum?

­ Ja, eg undrist mangan á, at nógv eru so mikið fræg, sum tey eru. Men tað sum ofta oyðileggur hesi, sum kortini koma fyri seg, er, at tey fáa ein leiklut í familjuni, har tey yvirtaka ábyrgdina frá foreldrunum. Tey hava yvirlivað turbulensin, men halda kortini hondina yvir foreldrini. Tað hóttir hesi børnini, sigur Finnur Helmsdal, formaður í barnaverndini í Havn at enda.