Statens Vegvesen í Noregi, sum helst svarar til okkara Landsverk, hevur ikki havt nóg gott eftirlit og hevur ikki gjørt nóg mikið við at tryggja loftið í tunlunum á Vesturlandinum.
- Nú fær Statens Vegvesen atfinningar frá norska Vegaeftirlitinum, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.
Dentur verður lagdur á, at tað kann gerast álvarsligt, um tú ikki kennir standin í einstøku tunlunum, og her hevur eftirlitið ikki verið nóg gott, sigur sýnsleiðarin, Ingebjørg Midthun.
Samskiftisleiðarin hjá Statens Vegvesen, Kjell Bjørn Vinje, sigur, at frágreiðingin hjá Vegaeftirlitinum er í tráð við tað, sum Statens Vegvesen longu veit, og at tey nú eru í holt við at gjøgnumganga rutinurnar, sum hann tekur til.
- Leypandi ansa vit eftir, at vandin fyri steinlopum og øðrum óynsktum hendingum er so lítil sum gjørligt, sigur Kjell Bjørn Vinje, sum leggur aftrat, at sum heild eru norsku ríkistunlarnir ógvuliga tryggir.
Í Noregi hava tey ørgrynnu av tunlum, og tað er ikki óvanligt at frætta, at steinar leypa undan loftinum - og onkuntíð fylgjandi dagar í somu tunlum.
Nú hevur so norska Vegaeftirlitið í frágreiðing, sum eisini norska kringvarpið ger burtur úr, havt peikifingurin á lofti, serliga tá ræður um tunlar á Vesturlandinum.
Og so er spurningurin, um "norskir standardir" eru nóg mikið til at tryggja føroysku tunlarnar og tey mongu, sum brúka hesar tunlar sum sína dagligu farleið.
Eitt sindur argandi kunnu vit spyrja, um tað fer at tryggja Vágatunnilin og Norðoyatunnilin betur, um Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen fáa avtikið evarska lítlu tunnilsgjøldini í tunlunum, har teir báðir ferðast dagliga.
Vágatunnilin, sum læt upp hin 10. desember í 2002, er dagførdur og sær út sum nýggjur og Norðoyatunnilin, sum læt upp hin 29. apríl í 2006, hevur eisini fingið dagføringar, og hesum hava tunnilsgjøldini slóðað fyri.