-Sjálvandi virði eg pressufrælsið, men tað gevur ikki ein heimild til at særa onnur. Tey, sum nýta pressufrælsið, skulu vísa ábyrgd og duga at døma, hvat er rætt, og hvat er skeivt, sigur ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, í sambandi við stríðið um tekningarnar hjá danska Jyllandspostinum.
Sjálvur heldur hann, at tekningarnar, sum byrjaðu í Jyllandspostinum, og sum síðani hava staðið í fleiri øðrum bløðum, eru tekin um vantandi virðing fyri fremmandum átrúnaði.
-Tey, sum umsita pressufrælsið, eiga at vera varin og at virða tað, sum er heilagt, og tí eiga bløðini at biðja muslimarnar kring heimin um umbering, sigur Kofi Annan. Hann ger samstundis greitt, at hóast muslimarnir kenna seg særdar, rættvísger tað ikki tað, sum er hent teir seinastu dagarnar.
Pressufrælsið misbrúkt
Evropeiska trúattáðið heldur, at bløðini, sum hava prentað tekningarnar av Muhammed profeti, hava misbrúkt skrivifrælsið. Teir sjey limirnir í ráðnum siga í einari felags kunngerð, at tað er misbrúk, tá bløð prenta tekningarnar uttan at taka neyðug fyrivarni fyri, hvørjar skaðiligar avleiðingar tað kann fáa einstaklingar og bólkar.
Formaðurin í evropeiska trúarráðnum, fyrrverandi norski biskupurin Gunnar Stålsett, segði á einum tíðindafundi í gjár, at eftir hansara tykki hava bløð ikki prentað myndirnar fyri at menna pressufrælsið, men heldur fyri at øsa onnur.