Var 4. dómari til KÍ-Molde - Skal døma KÍ-Lille

Elçin Məsiyev úr Aserbadjan verður fyrsti dómari til Europa Conference League dystin millum KÍ og Lille, ið byrjar á Tórsvølli hósdagin klokkan 17.45

32 ára gamli, Elçin Məsiyev úr Aserbadjan var fjórði dómari tá KÍ vann minniliga 2-1 sigurin á Molde á Tórsvølli í tí fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Champions League.

 

Hóskvøldið klokkan 17.45 fer hann at døma søguliga fyrsta dystin nakrantíð á føroyskari jørð í einum evropeiskum bólkaspæli. 

 

KÍ tekur tá ímóti krútsterka franska liðnum, Lille.

 

Elçin Məsiyev hevur dømt síðani 2017, og hevur dømt dystir í bestu aserbadjansku deildini síðani 2019. Í 2021 bleiv hann FIFA-dómari.

 

KÍ Klaksvík (FRO) - LOSC Lille (FRA) | Bólkur A

Dómari: Elçin Məsiyev AZE

Hjálpardómari 1: Elşad Abdullayev AZE

Hjálpardómari 2: Pərvin Talıbov AZE

Fjórði dómari: Fərid Hacıyev AZE

VAR dómari: Mete Kalkavan TUR

VAR hjálpardómari: Erkan Engin TUR

UEFA dómaraeygleiðari: Chaim Ya’akov ISR

UEFA umboð: Thomas Grimm SUI