Vár Erlingsdóttir Eidesgaard megnaði í gjár at seta nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon í finaluni á NM/NJM 2017 svam teinin uppá 56.98 sekund. Tað skrivar Svimjing.com. Sí úrslitalistan her.
Vár átti sjálv føroyska metið á 57.09 frá FM í november mánaði, og er harvið er hon eisini fyrsta føroyska kvinna undir 57 sekund á 100 metra teininum.
Vár svam eisini føroyskt met/junior met í 200 frí í gjár við tíðini 2:02.18. Hon var tann fyrsta, sum svam í stafettini.