Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, vil hava umdyst eftir VAR-gøluna leygardagin, tá Liverpool fekk kolldømt eitt mál, sum eftir røttum skuldi havt verið góðkent. Í dag hevði Liverpool tíðindafund í samband við Europa League dystin móti Union St.Gilloise.
- Eg havi hoyrt VAR-samskiftið nú, men tað broytir einki. Eg var heldur ikki áhugaður í tí, tí eg sá hvat hendi. Vit skoraðu og tað taldi ikki við, sigur Jurgen Klopp og heldur fram:
- Tað týdningarmiklasta er, at vit takla hendingina rætt, tí fótbóltur er týdningarmikil. Dómarin, hjálpardómararnir og VAR-dómararnir gera ikki hetta við vilja. Hetta var ein sólarklárur feilur og tað vóru loysnir, heldur venjarin hjá Liverpool fyri.
Hann vísti at møguleikan at tosa við venjararnar og siga, at hann hevði gjørt ein feil, so at Liverpool kundi fáa eitt mál. Venjarin hjá Liverpool bleiv eisini spurdur um, hvat hann heldur skal gerast nú.
- Sum venjari hjá Liverpool haldi eg, at tað skuldi verið ein umdystur. Argumentið hinvegin er, at so kunnu øll biðja um ein umdyst, men júst hendan støðan er uttan fordømi. Eg vænti tó ikki, at tað verður nakar umdystur, segði Jurgen Klopp til tíðindafundin í dag.
Liverpool tapti leygardagin 2-1 móti Tottenham í einum umstríddum dysti í Premier League. Liverpool fekk fyrst Curtis Jones útvístan fyri ein takling, sum Jurgen Klopp ikki heldur var nokk til eitt reytt kort, tá dómarin í fyrstu atløgu hevði givið gult kort.
Løtu seinni skoraði Liverpool, men ein misskiljing í VAR-rúminum gjørdi, at VAR-dómarin segði 'Check complete' og vísti til at tað skuldi verða mál, men dómarin á vøllinum helt at 'Check complete' vísti til rangstøðuna, sum hjálpardómarin hevði dømt.
Tá spælið fyrst var farið í gongd, so kundu dómararnir ikki venda dóminum. Dómarafelagið hevur viðgingið feilin og sent ljóðbrotið frá hendingini út alment. Tottenham endaði við at vinna 2-1 í yvirtíðini.