Grindin, sum var funnin í Nólsoyarfirði í morgun, legði fyri løtu síðani beinini í Sandagerði.
Talan var um eini 60 hval, segði grindaformaðurin Jón Johansen við KVF í morgun.
Tað vóru fólk á Argjum, sum sóu grindina um sjey-tíðina, tá hon lá og grindaðist út fyri Tjørnunes.