Varðin við tónleikasøgu og orðaskifti

Grein um byrjanina til føroyskan popptónleik, týðing av 100 ára gomlum orðaskifti í Dimmalætting og hugleiðing um Havnina sum stórbý er nakað av tí, sum er at lesa í Varðanum nr. 74, sum júst er komin út


Stutt fyri jól kom bind 74 av Varðanum út. Í útgávuni hesuferð eru ein røð av greinum, nakrar yrkingar umframt eitt ummæli av bókini Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir. 



Tónleika- og býarsøga

Ein av rættiliga forkunnugu greinunum í Varðanum hesuferð er greinin, Tónleikafelagið, eftir Tórður Jóhannesarson. Tórður ivast ikki í, at Tónleikafelagið, ið føroysk ungfólk stovnaðu í 1958, legði grundarlagið undir føroyskan popp. Fólk fóru ikki bara at gera orkestur, men talan var um eitt málsligt frambrot, tí í felagnum vórðu nógvir sangir sungnir á føroyskum.

Í greinini Chicago – Tórshavn – Los Angeles hugleiðir Firouz Gaini um Havnina sum (stór)bý. Sambært Gaini er Havnin ikki ein stór bygd, men ein lítil býur, ið ikki smæðist burtur, tá dreymakendar framtíðarvisiónir eru á skránni. 



Málsligar røringar

Sum vanligt eru eisni greinar um málslig viðurskifti í Varðanum hesuferð.

Hjalmar P. Petersen hevur grein, sum hann nevnir Eftirgerð ella driv? Hjalmar greiðir frá, um ávísar málbroytingar í føroyskum stava frá teirri tvímæltu málstøðuni, vit eru í, ella talan er um driv ella máleftirgerð, t.e. broyting sum ein sameining av danskari ávirkan pg einum innara strukturtvingsli.

Føroysk staðarnøvn er evni í tveimum greinum eftir Eivind Weyhe. Tann fyrra hevur heitið Rafn, Schrøter og føroysk staðanøvn. Hin greinin eitur Staðanøvnini á teimum fyrstu máliborðsbløðunum, sum komu út í 1901, tilsamans 75 kortbløð. Staðanøvnini vórðu skrivað sum ein ’blandað loysn’ á donskum/føroyskum, sum var eitt slag av neyðsemju, skrivað eftir Hammershaimbs rættskriving. 



Orðaskifti og bíbliutýðing

Greinin Orðaskifti um Trónd í Gøtu og Sigmund Brestisson tekur støði í fyriletsri, sum dr. Jakob Jakobsen helt í Havn í 1887, har hann m.a hugleiðir um, hví Føroyingasøga varð skrivað og hvørjum hon skuldi tæna. Fyrilesturin elvdi til drúgt orðaskifti í Dimmalætting, sum tá varð skrivað á donskum. Tummas Lenvig hevur týtt hetta orðaskiftið til føroyskt, sum nú eisini er givið út í bók á fyrsta sinni.

Til seinast í Varðanum hesuferð ummælir Hanna S. Absalonsen bókina Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir eftir Elsu Funding, sóknarprest. Sambært ummælaranum er hetta ein bók, ið bæði granskarar og fólk við áhuga fyri evninum kunnu takka høvundanum fyri. Serliga varnast Hanna S. Absalonsen ta mynd, bókin gevur av, hvussu føroyska málið broytist og mennist. Her vísir ummælarin serliga á niðurstøðuna hjá høvundanum, at tað er skeivt í nýggjari útgávum av Bíbliuni at broyta og tillaga málið í umsetingunum hjá Jákupi Dahl, K.O. Viderø og Victori Danielsen. Hesar týðingar hava uppiborið at vera, sum tær eru ella vóru, og fyri at virða teir, sum vóru undangongumenn í føroyskari bíbliutýðing, áttu vit heldur at gjørt eina nýggja bíbliutýðing.


74. bind av Varðanum er 171 síður og fæst í bókabúðunum.